Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Átakið hjá klovninum BUBU, at varpa ljós á viðurskifti hjá børnum í føroyum, heldur áfram í Eysturoynni ídag.

Tiltakið byrjar á Strondum kl. 15.30 tá ið BUBU vitjar EFFO á Strondum, ið hevur gjørt fitt burtúr úr at súkklingin hesaferð byrjar á Strondum, og beint áðrenn kl. 16.00 verður fari at súkkla móti Runavík.

Teinurin er góðar 25km og júst hesa tíðina á degnum væntast nógv ferðsla, so BUBU væntast í Runavík um 17.10, har steðga verður við Býráðsskrivstouna, har BUBU heilsar uppá og fólk hevur møguleika fyri at stuðla.

Seinasti teinurin í dag er so til Leirvíkar, og vónar BUBU at koma á EFFO í Leirvík um 18.15, har hann so fer at syngja onkrar av sínum BUBU sangum, ímeðan áhoyrarnir kunnu njóta kaffi, sunkist og okkurt afturvið.

Verkætlanin hjá BUBU snýr seg um, at varpa ljós á, at tað eru børn í Føroyum, sum liva undir ávirkan av at avvarandi hava sálarsjúku, at drykkjuskapur er í familjuni og at børnum tørvar vaksin at tosa við. Tað eru tí Eg & tú linjan hja´Barnabat, Timeout hjá Sinnisbat og Øll hava rætt til góð barnaár hjá Bláa Krossi, ið peningurin ið savnaður verður inn fer til.

BUBU vónar at nógv fólk kemur at heilsa uppá, bæði á Strondum, Saltangará og í Leirvík, og soleiðis kunnu hoyra um verkætlanina og stuðla, soleiðis at felagsskapirnir kunnu hjálpa enn fleiri børnum til góð og gevandi barnaár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo