Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Fyrrakvøldið var ein innflúgving til Vága Floghavn sum hevur sett seg í minnið hjá onkrum.

VP hevur fingið hetta videobrotið sendandi frá lesara, sum kennir tann ið tók upp. Viðkomandi fekk ein rættuligan kvøkk av innflúgvingini, sum hann heilt týðuliga ikki brýggjaði seg um. Viðkomandi, sum sigur seg hava flogið nógv, men ongantíð upplivað nakað líknandi, undraðist eisini yvir, at onki varð sagt frá flogfelagsins síðu eftir hendingina. Og enn minni var nakað tilboð um kreppuhjálp.

VP hevur spurt hjá Atlantsflogi, og stjórin har, Jóhanna á Bergi, sigur, at innflúgvingin ikki hevur givið høvið til nakra innanhýsis kanning ella frágreiðing.

Tey sum hava flogið til Føroya ofta munnu vita, at túrarnir viðhvørt kunnu kennast eitt sindur buldrasligir, uttan at tað merkir at nakar vandi er á ferð.

Her er so dokumentatiónin upp á upplivingina hjá hesum ferðamanninum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo