Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Kvinnukórið Usmifka vitjar í Føroyum hin 20.-24. juni og fer at hava tríggjar konsertir í samstarvi við millum onnur Vágakórið og KATA.

Orðið ’usmifka’ er bulgarskt og merkir ”smíl”, men er samstundis eisini heitið á einum kvinnukóri úr Keypmannahavn, ið hevur spesialiserað seg í bulgarskum kórtónleiki.

Við sær á ferðini hevur kórið bæði gamlar bulgarskar fólkasangir, modernaðar útsetingar og heilt nýggjan norðurlendskan kompositiónstónleik, ið ongantíð áður hevur verið framførdur í Føroyum.

Fyrst og fremst verkið ”Isgrejalo Slunze”, ið er skapað við útgangsstøði í einum bulgarskum fólkasangi. Skrivað verkið hevur unga tónaskaldið, Mette Nielsen (1985), sum eisini sjálv syngur sopran í Usmifka.

Øðrvísi taktsløg og arabiskir tónastigar
Ljóðið av bulgarskum kórtónleiki er heilt sermerkt. Klangurin er metaliskur, og har verður fyrst og fremst sungið í fullregistari, og oftani í arabisktljóðandi tónastigum, og í dissonerandi tónabilum (intervall).  Samanumtikið kann úttrykkið sigast at vera ekspressivt og tónleikaliga fjølbroytt.

Sangirnir eru um kríggj og kærleika, um dreymir og vónir menniskjans, og um lívsins bæði tragisku og komisku kor. Kórsatsirnir eru bæði vakrir, temperamentsfullir, og ævintýrligani litfagrir, og bjóða inn til alt frá tárum til látri.

Bindiliðið er føroyska Katrina Petersen
Kórleiðari hjá Usmifka, føroyska Katrina Petersen, er ítøkiliga bindiliðið millum bulgarsku, donsku og føroysku mentaninar, ið verða umboðaðar á konsertunum. Eisini er hon bindiliðið millum kvinnukórið Usmifka, Vágakórið og KATA.

Katrina byrjaði nevnliga í sínari tíð upprunaliga sum sangari í Usmifka í Keypmannahavn, áðrenn hon seinni gjørdist kórleiðari hjá kórinum. Eisini var Katrina við til at byrja vokalbólkin KATA, tá hon búði í Føroyum í 2007, líkasum hon eisini í einum longri tíðarskeiði hevur virkað sum undirvísari og kórleiðari hjá Vágakórinum.

KATA byrjaði í høvuðsheitum við at syngja bulgarskan kórtónleik, men hevur síðan ment sína sangskrá til eisini at innihalda eina rúgvu av aldargomlum skjaldrum, vísum og kvæðum, sum eru útsett fyri kvinnurøddir. Í 2016 gav KATA út fløguna Tívils døtur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo