Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Ljósið hevur ein serligan dám. Tað er lættari at vera menniskja, har ljósglæman er kynd. Hesin sannleikin er gamal, og nútíðin staðfestir við tøkni henda veruleikan. 

Vit kunnu hugsa um ídnaðin, tað at stoypa stearinljós. Eingin orsøk er at gloyma tey litføgru ljósini, ið lýsa við ravmagni. Ljósið gevur okkum møguleikan at greiða dagsins setning, sjálvt um dagurin er suttur og myrkur.

Ljósið umboðar lív, hita og trivnað. Vit kunnu eygleiða eitt livandi stearinljós. Login livir, svá rúmið andar.

Login stendur ongantíð í stað. Ein hugtakandi ófriður, ið minnir um livandi lív og virksemi.

Ivasamt er, um vit geva ljósinum gætur á sama hátt sum undanfarin ættarlið. Er tað skýmligt, tendra vit ljósið uttan størri umhugsni. Vit hugsa ikki um ljósið. Tað er sjálvsagt, at tað er ljóst, heitt og fjálgt.

Undanfarin ættarlið nutu eisini nyttuna av ljósinum. Eitt livandi ljós á borðinum eitt myrkt vetrarkvøld kendist sum ein heilag stund. Tað gjørdist unniligari, lættari og heitari. Mær er sagt, at tey gomlu fóru um ljósið sum ein halgan lut, ið varð handfarin virðiliga.

Sum myndatala er ljósið gamalt. Tað er dagliga nyttan av ljósinum, trivnaðurin og fløvin, ið ger ljósið væl egna sum mynd og tekin. Eitt stearinljós er livandi, og login sveiggjar higar og hagar. Tað skapar lív innan í menniskjum, so hjartað kennir eina unniliga vælveru.

Um jóltíðir koma ljósini veruliga til sín rætt. Litføgur skyggja tey í gluggunum. Vit prýða bæði heim og arbeiðspláss. Vit lata í adventini tað kenda og vanliga í ein ljósari búna. Tilveran fær litir, sum eru kærkomnir ársins myrkastu tíð. Ljósið er gott fyri sinnið, so myrkrið á hávetri missir yvirvágina.

Tey seinnu árini hevur siðvenjan at tendra almenn jólatrø vunnið hevd um alt landið. Siðvenjan er vøkur.

Fólk savnast um træið, nøkur orð verða søgd, ljómlið spæla og sálmur verður sungin. Standa saman eina stund og fagna ljósinum.

Granntræið er vakurt. Ein grønur vøkstur, ið gevur góðan anga í stovuni um halguna. Bæði børn og vaksin gleðast og fagna løtuni, tá ið træið verður pyntað og tendrað.

Serliga vakurt er træið, um vit varnast, at træið og ljósini eru ein mynd uppá nakað meira og størri. Í heimligari kristnari siðvenju er jólatræið vorðið ein avmynd av Jesusbarninum, sum varð borið í heim jólanátt í einum fjósi í Betlehem.

Orð Jesu um træið eru kend. “Eg eri hitt sanna víntræið.” (Jóhannes 15,1). Hóast givin frávik er tað tó felags fyri granntræið og víntræið, at bæði tvey eru trø og bera greinar. Bæði tvey eru á lívi, vaksa og bera vakran vøkstur.

At granntræið gjørdist okkara jólatræ er eyðsýnt. Tað veksur á norðurleiðum og heldur sær væl. Tað ber grønan frískan lit. Grøni liturin umboðar lív og trivnað.

Jólatræið er ein norðurlendskur siður. Í samanrenning við tað kirkjuliga umhvørvið gjørdist granntræið mynd uppá tað sanna træið, hitt livandi træið, Jesus Krist, sum veitir ævigt lív og lívgar sál og sinni.

Orð Jesu um ljósið eru væl kend: “Eg eri ljós heimsins. Tann sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.” (Jóhannes 8,12).

Tað er nakað av hesum, ið tað heimliga jólatræið í stovuni og tað almenna jólatræið hjá kommununi ímynda.

Víst verður til træið og ljósið, at træið ber okkum sum greinar og veitir ljós á leiðini.

Eitt alment jólatræ er ein vitnisburður um felags ogn og virðir. Tað, ið vit hvør í sær eiga heima í stovuni, eiga vit sum felags ogn. Øll bygdin og allur býurin eiga lut í hesum dýrgripi, at vit kunnu pynta eitt træ og tendra ljós. Vit fáa náðir at savnast um ljósið yvir øll onnur ljós, lívsins ljós, – Kristus.

Jólatræið í nærumhvørvinum heldur sína stillu prædiku og ynskir øllum eina sæla advent og eini gleðilig jól í Jesu navni, – hann sum bæði er ljósið og træið.

Talan er um samanhald, ið er grundað á evangeliið um Jesus Krist. Guðs orð er bulurin í samfelagnum. Træið og greinarnar skapa krossin, ið sæst aftur í Merkinum, samleika føroyinga.

Bulurin á trænum varð gjørdur til plankar, har hitt lítla barnið í krubbuni varð krossfest sum vaksin maður.

Syndin er krossfest og strikað. Merkið staðfestir, at lív frelsarans er okkum skjól og skjøldur nú og í komandi tíðum.

Flestu grannatrøini um halguna enda á bálinum gamlaárskvøld. Jesus, ið er lívsins træ, ber okkum sum greinar inn í ókomnar tíðir. Tøkkin er eyðsýnd, at vit eru ritað í hendur Guðs. Amen.

Orðið: “Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær.” (Jóhannes 15,4).

Gott nýggjár!

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo