Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága- og Norðoyatunnilin hava verið skuldarfríir í mong ár.

Men tað kostar framvegis at brúka tunlarnar.

Stendur tað til borgarstjóran á Tvøroyri, so skal bummgjaldið í Vága- og Norðoyatunlinum hækka við 600 prosentum.

Landsverk tykist at stuðla uppskotinum.

Fasta Suðuroyarsambandið kostar, sambært Landsverk, umleið 6.000 mió. kr. og neyðugt er at finna nýggjar pengamaskinur at fíggja hesa risaupphædd, sum svarar til eina heila fíggjarlóg.

At borgarstjórin á Tvøroyri og landsumsitingin í Havn ynskja at senda eykarokningar í norðan og vestan, kemur neyvan óvart á nakran.

Alt ber til tá onnur gjalda.

Men tað kemur heldur ikki óvart á nakran, at lokalblaðið Norðlýsið av álvara gevur ilt av sær.

Við yvirskriftini “Nú er nokk,” sigur leiðarin, at tað er alt annað enn samhaldsfesti, at leggja eykaskatt á Norðuroyggjar, fyri at fíggja fast samband til Suðuroyar.

Politikarar tykjast samdir um, at fasta sambandið skal gerast.

Men hvussu 6.000 milliónir skulu útvegast tykist eingin hava eitt ítøkiligt boð uppá.

Sambandið um Stórabelt kostaði 40 mia (í 2020 krónum).

Ein føroysk verkætlan uppá 6 mia. kr. hevði, í mun til fólkatalið, svarað til eina danska verkætlan, ið kostar 15 stórsbeltsambond.

Ivaleyst bíðar eitt hart og lívligt tjak um hetta stórmál.

Greinin í Norðlýsinum “Nú er nokk” kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo