Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Higartil hava verið fyriskipaðar tvær búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014 og januar 2015, og hava tær verið væl eydnaðar og væl vitjaðar.

Í 2016 verður sami leistur, tó við íkasti frá okkara grannatjóðum. Umframt framhaldandi kunning um landbúnaðarviðurskiftir í Føroyum, verða eisini framløgur frá fólki innan landbúnað í okkara grannatjóðum.

Eisini er ætlanin í ár, at fara meiri beinleiðis til verka, soleiðis at avvarandi mynduleikar greitt melda út, hvat ætlanir eru fyri at menna tann føroyska landbúnaðin.

Ráðstevnan endar somuleiðis við einum pallborðsfundi, har viðkomandi aktørar innan føroyskan landbúnað eru umboðaðir. Fundurin verður skipaður sum ein kjakfundur, har møguligt er hjá fólki í salinum, at seta fram viðkomandi spurningar til pallborðsluttakarnir.

Búnaðarstevnan hevur sína egnu heimasíðu:  www.bunadarstevna.fo . Á heimasíðuni sæst ymiskt tilfar frá teim undanfarnu stevnunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo