Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Búnaðarstovan fer at bjóða smakkiroyndir av kálvakjøti á Slaktið tiltakinum, sum verður í morgin í Tórsgøtu. Endamálið er at vekja áhugan hjá fólki at eta kálvakjøt.

Tróndur G. Leivsson, stjóri í Búnaðarstovuni, heldur tað er neyðugt at skapa ein eftirspurning eftir kálvakjøti, soleiðis at tað kann loysa seg hjá bóndir at ala kálvar.

- Um bóndirnir skulu tíma at ala kálvar, má ein marknaðurin vera fyri hesum kjøtinum. Vit síggja tað sum eitt upplagt høvi at bjóða smakkiroyndir av kálvakjøti á tiltakinum í Tórsgøtu. Vónandi kann hetta vera við til at økja um eftirspurningin eftir kálvakjøti, sigur Tróndur.

Búnaðarstovan fer eisini at bjóða smakkiroyndir av gimburlambskrovum á tiltakinum.

- Sterkar ábendingar eru um, at gimburlamdskrovini eru serliga væl egnaði at steikja fesk. Vit vita, at feitt depotirnir eru øðrvísi hjá gimburlombum og veðurlombum. Veðurlambskrovini eru góð til turt kjøt, meðan gimburlambskrovini eru góð at steikja. Kokkar fara at grilla gimburlambskrov og vónandi kann hetta eisini verið við til at økja um eftirspurningin eftir hesari vøruni, sigur Tróndur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo