Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-213/2021 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um eftirlit við festum

Spurningarnir vóru soljóðandi: 
1. Hevur Búnaðarstovan gjørt nakra ætlan fyri, hvussu reglulig sýn kunnu verða gjørd av festum?

2. Hvussu nógv festisýn hevur Búnaðarstovan gjørt seinastu tvey árini?

Svar: 
Í svari til § 52a-fyrispurning nr. 52-92/2019, sum spyrjarin eisini vísir til, varð greitt frá, at festisýnini vóru slept, tá ið farið varð undir at einskilja ta almennu jørðina fyri nøkrum árum síðani. Orsøkin til hetta var ivaleyst, at festisýn eru óneyðug, um jørðin er einskild. 

Einskiljingar-tilgongdin varð síðani steðgað, men lógarverkið, sum varð samtykt í sambandi við ta komandi einskiljingina, varð ikki broytt aftur til ta veruligu støðu, sum enn er galdandi, nevniliga at jørðin framvegis er almenn ogn.

Undanfarni landsstýrismaður tók tí stig til at fáa gongd aftur á regluligu festisýnini, sum vóru dottin niðurfyri.

Búnaðarstovan setti í mai 2021 fólk at taka sær av uppgávuni, og Búnaðarstovan hevur síðani framt 21 festisýn, serliga í sambandi við festaraskifti. Harumframt hevur Búnaðarstovan sýnað festi, sum kært er um, og leigutraðir. Arbeitt verður við at fáa festisýnini í eina meira skipaða legu soleiðis, at øll festi verða sýnað við regluligum millumbili. 

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 20. juni 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo