Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Svanhild Strøm býr í Noregi og arbeiðir sum høvuðsdesignarin hjá Dale of Norway, ein av elstu bindifyritøkunum í Noregi og í verðini.

Svanhild Strøm býr í Noregi og arbeiðir sum høvuðsdesignarin hjá Dale of Norway, ein av elstu bindifyritøkunum í Noregi og í verðini.

Tað er ongin loyna, at føroyingum dámar væl at binda, og sølan av nýggju bindbókini Bundnar søgur ber eisini prógv um tað, tí fyrsta upplagið er longu útselt og hol er sett á tað næsta. 

- Binding hevur alt at siga, eg livi av tí. Soleiðis sigur Svanhild Strøm designari og annar av rithøvundum av nýggju bindibókini Bundnar søgur, sum kom út fyri kortum. Hin høvundin er mamma hennara Marjun Biskopstø.

Hugskotið og íblásturin til Bundnar søgur var, at geva nøkrum av gomlu føroysku bindingarmynstrunum, sum Skraddar Debes savnaði saman, nýtt lív. Í bókini er, umframt uppskriftir til bæði vaksin og børn, eisini ein søguligur partur við nógvum forvitnisligum upplýsingum.

At binda er ógvuliga grundleggjandi í føroyskari mentan. Gamalt orðatak sigur: Ull er Føroya gull, og kannar tú føroyska bindingarsøgu, gongur sjón fyri søgn. Og helst hava vit eisini heimsmet í bindiklubbum samanborið við fólkatalið. Her hittast kvinnur í øllum aldri, koma við hugskotum og flyta kunnleika um binding víðari.

Seinnu árini hevur binding eisini vundið nógv upp á seg í aðrastaðni við. Men hví er binding so nógv uppi í tíðini? Svanhild svarar:

- Alt hevur sína tíð. Føroyska bindisøgan vísur okkum eisini, at binding her heima hevur verið skiftandi ígjøgnum tíðirnar. Við einum ráki fært tú altíð eitt mótrák. Nú síggja vit mótrák til massaframleiðslu, importeraðum vørum úr Kina og einum stressaðum gerandisdegi. Størsta mótrák til hetta man vera ein heimabundin troyggja.

Bundnar søgur er eisini givin út á norskum og donskum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo