At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Tann 1. mars í ár var fólkatalið 53.108. Tað er vaksið við 809 fólkum ella við 1,5% í mun til somu tíð í fjør.

Hetta er næstan sami vøkstur sum undanfarna 12-mánaðarskeiðið, tá vøksturin var 823 fólk ella 1,6%.

Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur, Nes og Vágs kommunum.

Merkisvert er nú við lutfalsliga stórum vøkstri í Sandoy. Eisini er ein ávísur vøkstur í Suðuroy.

Tann stóri fólkavøksturin seinastu sjey árini er í størstan mun komin av eini stórari nettotilflyting, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og í minni mun frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð.

Hetta er nú broytt nakað, tí at burðaravlopið gevur eitt munandi størri íkast til fólkavøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið enn undanfarnu árini. T.d. er burðaravlopið 66 størri hetta12-mánaðarskeiðið enn undanfarna 12-mánaðarskeiðið, meðan nettotilflytingin er 80 minni.

Nógvar umstøður eru munandi broyttar síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi í fjør vár. Tó er óvist, um hetta hevur havt nakra ávirkan á gongdina í fólkatalinum. Tað eru helst aðrar orsøkir til, at nettotilflytingin er minkað nakað. Hinvegin vigar ein vøkstur í burðaravlopinum upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin nøkulunda sama góða rákið í fólkavøkstrinum sum tey síðstu 7 árini.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo