Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Betong/DNA er ein serligur møguleiki til føroysk lesandi ella nýútbúgvin, sum hava áhuga fyri bygging, arkitekturi, landslagi og hvussu vit menniskju liva og anda í føroyska rúminum. Á evnisdegnum verður lagt upp til kjak millum tey, sum skapa framtíðar Føroyar og millum nøkur teirra, sum longu hava bygt og evnað til land okkara.

Á degnum greiða fakfólk í lyklastøðum frá síni áskoðan og arbeiðshátti um, hvussu vit skapa rætta rúmið fyri menniskju, teknokraturin hugleiðir um, hvussu tú evnar tína egnu framtíð, meðan listamaðurin og antropologurin seta spurningar um, hvussu vit brúka føroyska landslagið og evna til samfelagið.

Skráin er:

  • MFS og Landsverk bjóða vælkomin

  • Heidi Poulsen - Planlegging í heildum

  • Jón Sólsker - Bygging í Føroyum - í dag og í framtíðini

  • Jákup Mørkøre - Teknokratur hugleiðir

  • Workshop - Hvussu evna vit til føroyska rúmið?

  • Stein Olvur Petersen - Hvørjir førleikar skulu til, og hvussu bjóðar tú teg fram?

  • Firouz Gaini - Rundkoyringin á havsins botni

  • Útferð: Ole Wich - Burðardygt grótbrot - áðrenn og aftaná.

  • Útferð: Selmar Nielsen - Arkitektoniska heildarætlanin í H-bygninginum

  • Útferð: Ragnar Mouritsen - orkunýtsla í H-bygninginum

  • Sosial samvera, nátturði og tónleikur við Anton Liljedahl.

Endamálini við evnisdegnum eru at knýta bond millum føroysk lesandi, sum hava áhuga í, hvussu vit evna til føroyska rúmið í framtíðini og at seta hol á eitt kveikjandi kjak millum núverandi og komandi fakfólk um Betong ella DNA.

Evnisdagurin verður á Landsverk hósdagin 23. juli 2020. Tiltakið er ókeypis, men seinasta freist at melda til dagin er týsdagin 21. juli á midnátt.

Øll lesandi ella nýliga útbúgvin eru vælkomin. Tilmelding fer fram >>her<<.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo