Útreiðslur hækka altíð, til tær koma ájavnt við inntøkurnar
- Cecil N. Parkinson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Orkuskiftið: Landsjúkrahúsið hevur verið undir umbygging seinastu nógvu árini, og tann seinasta útbyggingin er nýggi H-bygningurin. Hesin hevur nýggjar medisinskar seingjardeildir, føði- og barnsburðardeild, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing og køk.

Í kjallaranum verður millum annað parkeringsøki, tøknirúm til hitapumpur, seingjarsentralur, høvuðsgoymsla og rúm til burturkast. Samlaða gólvvíddin er 14.500 fermetrar og bygningurin væntast at verða tikin í nýtslu komandi til ársskifti.

Tað er ráðgevarasamtakið FAERPORT II, sum SMJ er partur av, ið hevur verið ráðgevi hjá Landsverki í sambandi við at íverkseta byggiverkætlanina. SMJ hevur ráðgivið og projekterað allar teknisku skipanirnar og í hesum hevur SMJ projekterað eina fullfíggjaða, grøna orkuskipan til bygningin. Teknisku innleggingarnar eru projekteraðar til at nøkta allan tørv til sjúkuviðgerðir og rakstur av bygninginum.

Tað er Anton Arge, frá orku- og umhvørvisdeildini í SMJ, ið hevur havt ábyrgdina av HVS verkætlanini. Landsverk er byggiharri og Demich hevur staðið fyri installatiónini. Anton Arge vísti okkum runt í tekniska hjartanum á bygninginum og greiddi frá grønu orkuskipanini.

- At byggja sjúkrahús er helst nakað av tí mest torgreidda, og tað hevur eisini verið í hesum føri, sigur Anton Arge.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo