Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sunda kommuna: Í dag var almenn móttøka í niðaru hæddini í felagshúsinum við Margáir. Hetta var í sambandi við at Burn Fitness letur nýggja venjingarmiðstøð upp.

Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri og formaður í trivnaðarnevndini, segði nøkur orð og høvið var at síggja sera góðu umstøðurnar, ið hava verið kallaðar tær bestu í landinum. Eisini var møguleiki at tekna sær hald.

Afturat Burn Fitness verður fysioterapi klinikk hjá NB Fysioterapi eisini í nýggju hølunum.

Talan er um eitt høli á 240 fermetrar við tilhoyrandi vesi og skiftingarrúmum, ið eru sett av til endamálið. 

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo