Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit ganga út frá, at nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ynskir at burturbeina allan mismun mótvegis teimum eldru á arbeiðsmarknaðinum eins og Tórshavnar Kommuna boðaði almenninginum frá hin 17. februar 2022.

Landsstýrismanninum kunnugt varð lógaruppskot lagt fyri tingið í 2019, ið skuldi burturbeina allan mismun á arbeiðsmarknaðinum.

Aldur er sum kunnugt ikki sakligt atlit sambært fyrisitingar-reglunum.

Eftir fyrimynd frá m.a. Danmark, sum við lóg hin 1. jan. 2016 setti forboð móti at fremja mismun á arbeiðsmarknaðinum, hetta grundað á kyn, uppruna, aldur v.m., varð lógaruppskot lagt fram.

Tíverri datt hetta lógaruppskot burtur, tá val varð útskrivað.

Eftir valið varð í samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin staðfest at ”Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum” og at “Meginreglan er, at førleikin og ikki aldurin skal avgera, nær farið verður av arbeiðsmarknað-inum”.

Vit ganga út frá, at nýggi landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum ætlar at fylgja samgonguskjalinum viðv. fráfaringaraldri, soleiðis at fráfaringaraldurin hjá tí almenna nú verður strikaður.

Á sama hátt sum fólk, ið eru sjúk, so sum blind ella hava annað heilsuligt brek, verða vard móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum, hava tey eldru í Føroyum tørv á og rætt til at verða vard móti mismuni á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Nú má tíðin umsíðir verða komin til handa, at tey eldru í Føroyum sleppa undan diskriminering og fáa frían rætt at luttaka á almenna arbeiðsmarknaðinum – um hugur og orka er til tess.

Tórshavn, hin 27. februar 2022
Ingrid S. Henriksen
Thordis Skaalum
Bozena Rasmussen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo