Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

(mynd: Búsetur)

(mynd: Búsetur)

(mynd: Búsetur)

Ársúrslitið hjá eini av stóru byggifyritøkunum í landinum, Búsetri, tódnaði í fjør niður í minni enn ein tíggjundapart av tí sum tað hevur verið seinastu árini. Búsetur hevði ársúrslit uppá 321 tkr í fjør, sum skal samanberast við úrslit uppá ímillum fýra og fimm milliónir krónur árliga tey fýra árini frammanundan.

Orsøkin til vánaliga úrslitið skal fyrst og fremst finnast í einum bruttovinningi sum einans var góðar 20 mió kr, nærum 9 mió kr verri enn árið frammanundan. Starvsfólkaútreiðslurnar minkaðu eisini við nærum fimm mió kr, og endaðu á góðum 20 mió kr, og tí restaði í veruleikanum í longu áðrenn komið var til aðrar útreiðslur.

Men Búsetur eigur í øðrum fyritøkum, og hesar veittu eina góða millión krónur til raksturin so tað hóast alt stóð upp og niður.

Búsetur er tó væl fyri við lítlari rentuberandi skuld og eini eginogn uppá stívliga 22 mió kr.

Sjúrður Holm er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo