Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Búskaparráðið metir BTÚ vøksturin í leypandi prísum fyri 2021 at verða 7,9%. Føroyski búskapurin er sostatt komin skjótt fyri seg eftir stoytin frá koronufarstóttini. Høvuðsorsøkirnar eru økt privat nýtsla og størri tøkunøgd av alifiski.

Myndin niðanfyri vísir, at Føroyski búskapurin hevur megnað at komið skjótt fyri seg eftir koronafarsóttina, og stoyturin frá koronufarsóttini hevur eitt “V” eyðkenni. Búskaparráðið metir, at BTÚ vøksturin í leypandi prísum fyri 2021 verður 7,9%, eftir negativan vøkstur á -2,3% í 2020.

Í 2021 stavar vøksturin í BTÚ serliga frá øktum útflutningsvirði umframt øktari nýtslu og íløgum. Útflutningsvirðið verður fyrst og fremst hálað upp av øktu tøkunøgdini av laksi. Príshækking á botnfiski og minni goymslur, enn í 2020, geva eisini sítt positiva íkast. Búskaparráðið metir, at útflutningsvirðið økist, hóast útflutningsvirði á uppisjóvarfiski væntandi minkar.

Føroysku húsarhaldini eru sum heild ikki stórvegis ávirkaði av koronufarstóttini, sigur Búskaparráðið. Húsarhaldini hava framvegis eina góða fíggjarstøðu og hava í ár, eins og í fjør, nýtt ein stóran part av tí peningi í Føroyum, sum annars skuldi verið nýttur uttanlands í summarfrítíðini. Hetta sæst millum annað aftur í innflutninginum. Afturat privatu nýtsluni, er økta íløguvirksemi hjá bæði húsarhaldum og privatum fyritøkum við til at hála vøksturin í BTÚ upp í 2021. 

Almenna nýtslan økist við 5% í 2021 í mun til árið fyri. Tað eru í stóran mun lønarútreiðslurnar á vælferðarøkinum, t.d. í heilsu- og almannaverkinum hjá landinum, sum eru øktar. Lønargjaldingar eru eisini øktar hjá kommununum, sum millum annað røkja eldraøkið. Útreiðslurnar til fólkapensjón veksa somuleiðis í 2021 í mun til árið fyri. 

Í 2021 minka mettu samlaðu íløguútreiðslurnar undir almennum ræði. Henda minking stavar frá fyritøkum, sum tað almenna ræður yvir, og frá kommununum. Hjá fyritøkum undir almennum ræði eru íløguútreiðslur til tunlar og SEV lægri í 2021 enn í 2020, og hjá kommununum eru fleiri størri verkætlanir vorðnar lidnar, eitt nú í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu. Hinvegin er ikki stór broyting í íløgum, tá tað snýr seg um landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo