At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mynd: VP.FO

Mynd: VP.FO

Niðanfyri røktarheimið á Sýnini í Miðvági er eitt bussskýli, men við hetta busssteðgipláss hava bussar ikki loyvi at steðga, sambært løgregluni, og tí fekk ein bussførari bót frá løgregluni fríggjadagin.

Landsverk hevur sett bussskýlið á einum stað, har ikki er loyvt at steðga og heldur ikki at parkera.

Hóast løgreglan fleiri ferðir hevur vent sær til Landsverk um at fáa bussskýlið flutt, so er tað sum at sletta vatn á gás.

Og tí fekk bussførarin bót, og løgreglan sigur, at um ikki Landsverk fær skil á hesum viðurskiftum, so fer løgreglan framhaldandi at taka bussførarar sum steðga við hetta bussskýlið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo