Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Bústaðapakkin er samtyktur við 15 atkvøðum fyri, 6 ímóti og 7 blankum atkvøðum.

Eitt broytingaruppskot var til upprunaliga uppskotið, men tað fall.

Høvuðstátturin í lógaruppskotinum er, at Bústaðir fær møguleika at byggja nýggjar bústaðir – kring alt landið – fyri knappa hálva milliard krónur.

Bústaðir hevur í dag einar 350 íbúðir – innan fá ár 500 – og við samtykta lógaruppskoti kann felagið seta gongd á enn fleiri bústaðaverkætlanir komandi árini.

Fyri at eggja privatum íleggjarum, skal Bústaðir frameftir virka undir meira jøvnum treytum, har grundarlag er fyri kapping. Á henda hátt verður eisini møguligt hjá Bústøðum at samstarva við íleggjarar um bústaðaverkætlanir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo