Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað undrar meg, at landsstýriskvinnan í almannamálum er farin út við einum uppskoti til bústaðarpakka, áðenn málið er liðugt viðgjørt í samgonguni.

Uppskotið er sent til flokkarnar til ummælis, og ummælisfreistin er ikki farin.

Fyri mítt viðkomandi skal eg beinanvegin sláa fast, at eg ikki taki undir við einum uppskoti um eina leiguhækking í høvuðsstaðnum í mun til onnur økir.

Ein almennur stovnur sum Bústaðir kann yvirhøvur ikki virka eftir slíkum leisti.

Bústaðir skal loysa ein bústaðartrupulleika fyrst og fremst hjá teimum, sum ikki sjálv megna at fáa tak yvir høvdið.

At ásta eitt avkastkrav, har tað er kapping á marknaðinum, og ikki áseta eitt avkastkrav, har ongin kapping er, letur seg yvirhøvur ikki gera í praksis.

Hvar er kapping, og hvar er ikki kapping?

Um uppskotið hevur við sær eina diskriminering fyri størru økini, sum eru Tórshavn, Skálafjørðurin og Klaksvík, so taki eg yvirhøvur ikki undir við hesum.

Tað er júst í hesum økjum, har bústaðartørvurin er størstur. Tað er eisini í hesum økjum, at flest fólk hava tørv á eini bústaðarloysn.

Tað er positivt og gott, at landsstýriskvinnan er byrjað hesa tilgongd.

Samgongan eigur at geva sær góðar stundir yvir summarið, og síðani seta seg saman og finna eina eina loysn, sum allir partar kunnu liva við. 

Hetta loysa vit í komandi tingsetu.

Tað er eingin grund hjá nøkrum at leypa upp úr stólinum og halda, at nú fara leiguprísirnir í miðstaðarøkinum upp við 20%.

Tað fara teir ikki.

Christian Andreasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo