Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Bústaðatrotið hevur í longri tíð verið ein av okkara størstu avbjóðingum. Búskaparráðið tók málið upp í síni seinastu frágreiðing og vísti á, at avbjóðingin er so stór, at hon kann forða búskaparvøkstri komandi árini. Tí undrar tað almikið, at samgongan ikki ger meiri fyri at minka um trotið.

Havandi í huga, at vit bíðaðu hálvtannað ár, áðrenn vit fingu samtykt núverandi leist fyri Bústaðir, er enn ongin byggiætlan samtykt av hesum landsstýrinum. Vit kunnu sostatt staðfesta, at hóast søguliga stórt bústaðartrot, er onki ítøkiligt hent á økinum, hesi bæði árini, samgongan hevur sitið.

Í Framsókn vóru vit av fleiri orsøkum sera ivasom um leistin, sum samgongan samtykti fyri Bústaðir. Tað skal tó sigast, at í tí stilla hugsaði eg, at tað sum hevur týdning, er at leigubústaðir verða bygdir. Lat so fara, at leisturin ikki er júst tann, vit ynsktu. Serliga tí núsitandi samgonga vísti á, at lang røð av virkisfúsum byggifyritøkum bíðaðu eftir at sleppa til verka. Síðani hava vit bara frætt frá rumbli í almenna bústaðarfelagnum.

Fleiri við mær spyrja, um hetta er ein miðvís niðurlaging av almenna bústaðarfelagnum. Landsstýriskvinnan vísir hesum aftur, m.a. við teirri grundgeving, at ongin áður hevur játtað felagnum heimild at læna heilar 450 mió kr. Tað er ein risa upphædd, men bara ein hálvur sannleiki, um tær 200 mió kr verða tiknar við, sum nýtast skulu til at byggja stovnar, sum landið áður hevur tikið sær av.

Vit hava aðrar stórar átroðkandi avbjóðingar, sum mugu loysast. Vit kunnu nevna grøna orkuskiftið og gongd í haga. Eina løtu hildu vit, at samgongan hevði fingið fiskivinnupolitikkin uppá pláss. Teir lovaðu tryggu karmarnir vístu seg tó fyrst og fremst at verða ætlaðir teimum fáu. Í løtuni skapar samgongan fleiri trupulleikar, enn hon loysir.

Eg fari at mæla samgongu og landsstýri til at finna útav, hvat valdið komandi tvey árini skal brúkast til.

Ruth Vang
Forkvinna í Framsókn

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo