Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Viðmerkingar til ætlan hjá Landsstýrinum í sambandi við nýggja Bústaðarpakkan. Løgtingslóg um broyting í Húsalánsgrunninum mál: LM-064/2020

Í viðmerkingunum til lóggaruppskotið stendur:

“Tað er eitt nýbrot í føroyskum høpi, at ein almennur grunnur, ið kann sammetast við ein almennan stovn, fær heimild at stovna partafelag.”....

“Við lógaruppskotinum fær Húsalánsgrunnurin tí greiðari heimild at útvega lutaíbúðir til lutaíbúðafeløg o.o.”

Harraleysur kapitalur uttan eftirlit
Flest øll í Føroyum vita, at bæði stjórin og nevndin í TF Holding hava eitt sera stórt vald. Hetta var eisini galdandi fyri stjóra og nevnd í gamla Eik Grunninum.

Skipanir av slíkum slag, tykjast flest øll verða samd um, eru sera vandafullar.

Avgerðir verða tiknar av einum sera lítlum skara av fólkum og gjøgnumskygni er lítið.

Samstundis er galdandi í smáum samfeløgum, at ongin torir at hava kritiskar viðmerkingar.

Tað ger, at til ber at hava skeiva kós, sera longi, uttan at nakar uppdagar nakað.

Øll gera jú sítt besta og ofta er galdandi, at tá okkurt bleiv gjørt var tað ikki skeivt.

Tað eru broyttu umstøðurnar aftaná, sum gera at tað gjørt bleiv var skeivt.

Tølini eru stór – og skaðin kann gerast sera stórur.

Ógreitt ábyrgdarbýti og skeivur bygnaður økja um vandan. Nevndarlimir eru valdir politiskt og ikki eftir dygd og tað økir eisini um sannlíkindini fyri einari katastrofu.

Bústaðir er ein sjálvseigandi grunnur, har tríggir nevndarlimir og ein stjóri einsamallir taka allar avgerðir viðv. teimum 1,2 milliardunum.

Hvør hevur so eftirlit við hesum grunni?

Jú, tað eru løgtingsgrannskoðararnir: Uni Rasmussen, Djóni Nolsøe Joensen, Rósa Samuelsen og Beinta Løwe Jacobsen.

Lógin leggur annars upp til í grein 8:

“Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við stovninum.  Tryggingareftirlitið útinnir uttanhýsis eftirlitið……Stk.2. Landsstýrismaðurin kann gera avtalu við Tryggingareftirlitið um eftirlit….” 

Til hetta er at siga, at sambært samrøðu við Tryggingareftirlitið er ongantíð nøkur avtala gjørd.

Tí er einki eftirlit.

Eg havi fingið upplýst, við at tosa við ymisk fólk, at Fíggjarmálaráðið, Almannaráðið, Tryggingareftirlit og Landsgrannskoðanin hava øll sama greiða svar.

Eingin av teimum hevur nakað eftirlit við grunninum Bústaðir.

Bústaðarpakkin leggur upp til: 

1. Bústaðir sleppur at stovna partafeløg, sum eru heilt ella deilvís dótturfeløg.

2. Bústaðir vil sleppa at stovna lutafeløg.

3. Bústaðir vil sleppa at keypa og selja partabrøv og lutir í lutafeløgum.

Endamálið við einum partafelag er vinnuligt. Alt hetta skal gerast uttan eftirlit.

Hetta merkir, at tær 450 mió. kr. blíva til ein lánskarrusel uttan enda. Tað er bara ein spurningur um at plasera skuld “rætt”.

Hesar 450 mio. kr. kunnu brúkast umaftur og umaftur. Bygg og sel, bygg og sel - uttan eftirlit.

Hendan heimild tykist ábyrgdarleys. Her verður nógvur harraleysur kapitalur í umferð.

Tað er eisini at geva løgtings grannskoðarunum eina óneyðuga stóra ábyrgd.

Tað er ivasamt um tað yvirhøvur er rætt at eiga ein slíkan stovn, sum løgtingslimir brúka til valagn. Tað er í sær sjálvum ein uppskrift upp á eina katastrofu.

Vit tosa um tak yvir høvdið hjá fólki.

Feilir hjá Bústaðir og løgtingsfólki í felag, kunnu gera, at púra ósek fólk verða rikin á dyr og lívið hjá hesum fólkum verður oyðilagt.

Tað vóru, sambært bankabókini, Húsalánsgrunnurin og Sparikassin, sum vóru raskastir at selja hús og reka fólk út á gøtina fyri 25 árum síðani.

Uppskot um at økja plássini á Herberginum í lutfallinum av bústaðareindum hjá Bústaðir er tí ikki skemt, men at minnast 25 ár aftur í tíðina.

Bústaðir er nógv størri í vavi enn Suðuroyar sparikassi og nærkast Norðoya sparikassa í stødd.

Havandi í huga at løgtingi hevur broytt SIFI lógir og fíggjareftirlitið hevur smærri páboð næstan hvørja ferð, átti at fingið onkran alarm at ringt.

At varðveita harraleysa kapitalin í grunninum og síðan at víðka heimildir og sannlíki fyri einari katastrofu er ikki rætti mátin at lóggeva.

At halda áfram við ongum eftirliti er beinleiðis ábyrgdarleyst.

Vit hava brúkt slíka uppskrift fyrr.

Tað endaði ikki væl.

Hvørki fyri landskassa ella palliba.

Tað kostaði 2-3 milliardir í báðum førum.

Eivind Jacobsen
Strendur

P.S. Grunnurin hevur Statsautoriseraðan grannskoðara, sum hevur eftirlit við at reglur og lógir verða hildnar. Umframt at roknskapurin er rættvísandi. Grannskoðarans uppgáva er ikki at forða fyri framtíðar ólukkum.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo