Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Við bæði at javnstilla Bústaðir og privat, og at Annika Olsen útstykkjar byggilendi eftir tørvi, so verður møguligt hjá øllum at fáa nøktandi bústað.

At Bústaðir, sambært stjóranum, gevur 20% studning til tey, sum leiga frá Bústaðir frátekur øllum øðrum møguleika at fáa tak yvir høvdið.  Ongin kann byggja, tá onkur leigar fyri undirprís.

Skal verandi leistur halda áfram, so má Bústaðir lána 2-4 MILLIARDIR beinanvegin og byggja.

Bústaðir leigar ikki út til tey á Niðastu Rók. Tey sum føldu seg trygg, men knappliga missa sín bústað, enda aftast á listanum.

Tað at javnstilla Bústaðir merkir bara, at Bústaðir ikki skal leiga út til undirprís. Tað tryggjar samstundis teimum, sum annars kundu hugsa sær at bygt leiguíbúðir, tryggar karmar og møguleika at fáa fígging. Eisini slepst undan at Bústaðir dumpar prísin í ringum tíðum.

Við at lesa roknskapin hjá Bústaðir sæst, at tað at prísir hjá Bústaðir hækka 20% av hesum ætlanum, ikki er sannlíkt. Tað er ongin orsøk at halda, at privat ikki klára verandi prís hjá Bústaðir.

Tað hevði heldur onki gjørt um vit finna útav hvat Bústaðir skal brúkast til. At onkur politikari ynskir at staturin skal eiga allar bústaðir, minkar ikki um áhugan hjá øðrum, at avtaka Bústaðir.

Vit kundu t.d. funnið onkran leist at bygt bíligt, so tey á niðastu rók fáa tak yvir høvdið fyri prís tey hava ráð at gjalda.

Men hvør tímir at hugsa um tey á niðastu rók?

Annika, býráðið og manglandi útstykkingar
Trupulleikin í Havn er, at tað eru ov fá grundøkir til at byggja sethús og íbúðir. Tí verður eftirspurningurin nógv størri enn útboðið.

Hetta viðførur, at prísur á gomlum sethúsum er minst 1 millión hægri enn hann átti at verið. Tí eru fleiri, sum ikki hava ráð at keypa sær egnan bústað. Og tað er heldur ikki møguligt at byggja leiguíbúðir.

Tí ber til at siga, at Býráðið rekur tey á niðastu rók úr Havnini og helst eisini av landinum.

Til at nøkta tørvin krevjast 1.000 bústaðareindir beinanvegin.

Og so skulu 3-400 nýggjar bústaðareindir útvegast hvørt ár. Tað skulu altíð verða á leið 1.000 óbygd grundøkir tøk í Tórshavn.

Hvar eru hesar útstykkingar? Og hvar er nøkur útstykking til tey á niðastu rók?

Íbúðabygging, har tú kennir tey røttu og fært grundøki og byggiloyvi frá kommununi, fyri síðan at skora kassan uppá tey, sum næstu 30 árini skulu gjalda 500.000 eyka + rentur, loysir seg heilt einfalt betri enn sama og at leiga út. (Tórshavnar kommuna hevur givið undarlig frávik, og sigur á sínari heimasíðu, at tey ikki ætla at taka aftur ólóglig byggiloyvir) (samb. Marnar J, Kongavarða var vinningurin 1 millión pr. íbúð, samb. øðrum er vinningurin 500.000 pr. íbúð í Hoyvík.)

Men sjálvandi eru tað 6.000 húsaeigarar í Havn. Hesir hava ikki áhuga í at missa 1-1½ millión í frívirði á egnum húsum. Tað vita politikarar sjálvandi. Og politikarar í Havn fáa hvør uml. 300.000 árliga í býráðnum og tí vilja teir sjálvandi ikki missa sín sess.

Hví allir sosialistarnir í Havn bara eru sosialistar omanfyri hálsvølin veit eg ikki. Men moralur er ikki teirra sterka síða. Sum svenskari segði mær einaferð: Tess minni moral, tess betri politikari.

Og tað er greitt at tað ikki er skomm skapt í politikarum í Suðurstreymoy, sum nú, kropp á kroppi koma í miðlar at kæra sína neyð um forfordeiling av Havnini.

Somu politikarar, sum atkvøddu fyri menningarkvotum og tí forfordeiling í har hendi, skilja ikki forfordeiling mótsatta vegin og nokta nú ætlanin er at hjálpa teimum á niðastu rók.

Nú krevja hesi somu, at landskassin skal fíggja tað sum tey á niðastu rók ikki hava ráð at gjalda, tí at Tórshavnar kommuna ikki vil útstykkja.

Vildi meint, at tað var góður sosialistiskur politikkur, at tey ríku í Havn offra ein part av sínum frívirði og velja fólk í býráðið, sum útstykkja minst 3.000 bústaðareindir, fyrru hálvu av komandi valskeiði.

Tað er gratis fyri kommunkassan. Men sosialistarnir í Havn missa av sínum frívirði.

Nú fáa vit at síggja, um sosialisma bara er omanfyri hálsvølin og tá onnur gjalda.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo