Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Síðani kirkjan í Hoyvík var liðug í 2007, hevur verið ynskt at fáa gjørt uttanumøkið liðugt við einum torgi. Kirkjan er staðsett við Hoyvíkar skúla sum nærmasta granna, sunnast á Karlamagnusarbreyt, sum er eitt slag av miðstaðargøtu í Hoyvík.

Økið, sum liggur millum kirkjuna, skúlan og Karlamagnusarbreyt, liggur í dag óskipað. Ynskt verður, at økið verður gjørt til eitt torg, sum tekur hædd fyri virkseminum í økinum og samstundis ger torgið til eitt savningarstað fyri alla Hoyvíkina til hátíðarløtur og líknandi.

Torgið kann fáa stóran leiklut fyri at Karlamagnusarbreyt verður fullfíggjað, samstundis sum at neyðugt verður at taka hædd fyri ymiskum ferðsluviðurskiftum í sambandi við skipan av torginum.

Heildarætlanin leggur upp til, at gøta verður gjørd millum kirkjuna og kirkjugarðin í Hoyvík, sum kann leiða jarðarfylgi virðiliga seinasta teinin niðan í kirkjugarðin. Hesum verður arbeitt við í løtuni og farleiðin verður knýtt í torgið.

Farið verður nú undir at sniðgeva torgið og arbeiðið at koma við uppskoti verður nú boðið út. Tekniski stjórin og býararkitekturin hava tí mælt til, at umsitingin fær heimild at bjóða skipan og sniðgeving út til ráðgeva.

Byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin hava tikið undir við hesum og málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo