Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í hálvfemsunum og fyrst í hesi øldini var skipað fyri veitslum á hvørjum heysti. Miðvingar úti og heima var eitt sera vælumtókt tiltak, sum fekk nógv fólk at savnast, ja, miðvingar komu úr øðrum londum til veitslurnar.

So minkaði áhugin og so stegðagi eisini upp við veitslunum.

Seinastu tvey-trý árini eru tað fleiri sum hava nevnt møguleikan at fara undir hetta tiltak aftur, og tað halda stigtakararnir, sum skipaðu fyri veitsluni tá, eisini.

- Miðvingar eru so bestemt eitt fólkaslag sum dámar at koma saman at hugna sær í góðum veitslulag, so vit hava avgjørt at skipa fyri eini veitslu í nøkulunda sama anda við navninum Bygdaball.

- Alt er ikki komið upp á pláss enn, men okkurt er fastlagt. Msatskráin er løgd, feska bollasúpan til forrætt, lambasteik til høvuðsrætt, og rabarbuterta omaná. Til dansin hava vit fingið Ólavur á Váli Olsen við orkestri at spæla, siga stigtakararnir.

Veitslan verður 21. oktober Kl.19.00 í Bygdarhúsinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo