Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tilfarið í hesari summarútgávuni av Frøði tekur víðan sveip og fevnir um náttúruvísindi, málføri, bókmentir, alivinnu, náttúrufrøði og menniskju. 

Tummas Andreasen lesur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og í sambandi við sína BA-uppgávu bygdi hann eina stórteldu. Saman við lestarvegleiðarum greiðir Tummas Andreasen frá, hvussu henda Raspberry Pi-grundaða stórteldan er bygd upp. Pápi hansara eigur Tórshavnar Maskinhandil og verkligi áhugin hevur tí altíð verið stórur. Brúk var fyri hesum áhuga, tá ið hann í garasjuni hjá pápanum fór undir at seta hesa telduna saman. RPi-grundaða stórteldan skal eitt nú gera greiningar av umfatandi DNA-raðfylgjum. 

Nógvir útlendingar, ið  búsetast í Føroyum, hava avbjóðingar at tillaga seg føroyska samfelagið. Higartil hava vit ikki vitað, hvussu umfatandi hesar avbjóðingar eru ella hvørjar størstu forðingarnar eru at falla til. Erika Hayfield hevur viðgjørt evnið nærri og útgreinar  umrøddu avbjóðingar. Greinin tekur støði í kanningarverkætlan, sum millum annað setur sjóneykuna á upplivingar hjá tilflytarum. Ein av høvuðsniðurstøðunum í kanningini er, at tað kann vera avbjóðandi hjá tilflytarum at skilja tøttu sosialu sambondini í Føroyum og at vita, hvussu tilflytarar hátta finna seg til rættis millum føroyingar.

Í 2017 fekk garnabáturin Gudrun ein heldur óvanligan krabba norðan fyri Føroyar. Krabbin var líkur taskukrabba, men vísti seg at vera av øðrum slag og fekk føroyska navnið sagkrabbi. Hetta var fyrsta skrásetingin av hesum krabba í føroyskum havøki. Tað vísti seg tó seinni, at ein annar sagkrabbi var fingin á Skeivabanka í 2002, og Jógvan Fróði Hansen og Jens-Kjeld Jensen, sum skriva um og lýsa sagkrabban við framúr góðum myndum, staðfesta, at krabbin hevur verið í føroyskum sjóøki í øllum førum síðani 2002.

Súlan er góð, siga mykinesfólk. Men hon er samstundis áhugaverd, og í heimshøpi eru fleiri sløg av hesum vakra fugli. Dánjal Petur Højgaard hevur leingi eygleitt súlu og hevur ferðast til fjarskotin lond til tess at kanna atferðina hjá hesum fuglaslagi. Í 1995 vórðu 2350 súlupør skrásett í Føroyum, og kanningar vísa, at føroyski súlustovnurin síðani tá hevur verið í støðugum vøkstri. Granskarar meta, at heimssúlustovnarnir árliga eru øktir umleið 3 prosent í farnu øld. Alt bendir á, at góðu veiðievnini og breiða føðivalið hjá súlu eru høvuðsorsøkin til vøksturin.

Vinnulig gransking tekur seg fram í Føroyum, og hetta er ikki fyrstu ferð, at grein í Frøði viðger laksalús.

Hesa ferð skrivar Tróndur Kragesteen grein, ið byggir á teldusimuleringar av sjóvarfalsráki, sum vísa spjaðingarmynstrið hjá lúsini. Kanningarnar geva eina grovliga meting av, hvussu lúsin ferðast millum aliøkini.

Suðuroyingar hava sítt egna suðuroyarmálføri, men ein kanning, sum Rakul Skaale hevur gjørt, kundi bent á, at suðuroyardialektin kann fara at vikna. Kanningin vísir, at nógvir ungir suðuroyingar í ávísum orðum velja miðstaðarframburð fram um sín egna. Eisini sæst, at  suðuroyingar millum 17-21 ár í roynd og veru ikki halda so nógv um sítt egna málføri.

Bergur Rønne Moberg skrivar um skaldsøguna Baalet, sum William Heinesen skrivaði í 1936. Handritið varð ongantíð útgivið, men lagt til viks, til Bergur Rønne Moberg í fjørsummar gjørdist varugur við tað á Det kgl. Bibliotek. Í greinini greiðir Bergur Rønne Moberg frá nýggja handritinum og tí høpi av skaldsøgum og skaldsøguroyndum, henda skaldsøguroynd gjørdist partur av.

Frøði fæst í handlum kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo