Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fólk í Morskranesi og tey, sum eru góð við bygdina harmast. Fá vita hvar bygdin er, verri bleiv tá tey fingu undarliga postadressu og so bleiv heilt illa statt, tá Landsverk avskrivaði tey. 

Fyri fyrst at greiða teimum frá, sum ikki vita, hvar bygdin er, so er hon á Eysturoynni, yvirav Kollafirði.

Vestanfyri í Sjóvar Kommunu eru tríggjar bygdir: sunnast Kolbeinagjógv, Morskranes og so Selatrað.

Vegurin, ið gongur frá Strondum og norðureftir eitur Selatraðarvegur. 

Tey 12 húsini á Morskranesi hava adressuna Selatraðarvegur 450 til 496!

Tað man vera millum hægsta húsanr í Føroyum, og so í einum av smæstu bygdunum.

Tað er løgið, men tað sum er enn løgnari er, at nú er bygdin horvin. 

Tá man kemur upp úr Eysturoyartunlinum stendur eitt skelti, sí mynd omanfyi, hará stendur Kolbeinagjógv og Selatrað, men ikki bygdin Morskranes!

Løgið, at Landsverk ikki bert skrivaði Selatrað, men valdi at skriva tvær bygdir burturúr og ikki tí einu. 

Man Landsverk hava gloymt, at bygdin er til?

Vanta tey, at bygdin alíkavæl er so lítil, at hon fer at doyggja út?

Fleiri hava vent sær til Landsverk, íroknað Sjóvar kommuna, men enn er einki lyfti komið um at broyta skeltið, so tað bert hevur endabygdina ella allar tríggjar bygdirnar.

Undrandi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo