Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Á lítlari samkomu á Skúlatrøð vórðu sáttmálarnir við ymisku veitararnar undirskrivaðir. Samlaða verkætlanin kostar góðar 100 mió. kr., og skal byggingin standa liðug til skúlabyrjan í august 2018.

Í morgin fara arbeiðsmenn frá byggifyritøkuni Malltek – saman við fleiri øðrum veitarum – at byrja niðurtøkuna.

Ætlanin er, at so stórur partur av niðurtøkuni er liðug, áðrenn næmingar og lærarar aftur fara til verka eftir skúlafrítíðina.

Í samband við undirskrivingina nevndi borgarstjórin møguleikan fyri, at býráðið setur eina eyka upphædd til síðis, ið skal eggja fyritøkunum at halda tíðarætlanina.

- Alt ov ofta síggja vit, at verkætlanir hava trupult við at halda tíðarætlanina. Vanliga hevur kommunan bert arbeitt við dagbótum, men við hesum nýggja framferðarhátti kann kommunan eggja til, at tíðarætlanin verður hildin, og hetta gerst ein gularót heldur enn ein pískur.

- Tað hevur stóran týdning fyri næmingar, foreldur og lærarar, at verkætlanin gongur so skjótt sum gjørligt, og at skúlagongdin verður darvað sum minst av hesari verkætlan. Tí er vert at royna hesa skipan, ið ikki er roynd seinastu nógvu árini í kommununi, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo