Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

22. oktober 2015 samtykti Tórshavnar býráð byggiskránna fyri Skúlan á Fløtum.

Byggiskráin lýsir fyritreytir, námsfrøðilig og teknisk viðurskifti í sambandi við bygging av nýggjum fólkaskúla úti á Fløtum, sum kemur at hava fleiri enn 850 næmingar og á leið 100 starvsfólk.

Næsta stigið í verkætlanartilgongdini er hugskotskappingin. Hugskotskappingin snýr seg um, at ráðgevaratoymi, ið eru samansett av arktitekta- og verkfrøðingafyritøkum, geva sítt boð uppá bestu loysnina, sum m.a. lýsir snið, bygnað, ætlan, staðseting, atkomu, hvussu bygningurin/bygningarnir hanga saman og knýti ímillum ymisku virksemini.

Fýra ráðgevaratoymi eru undangóðkend til at luttaka í hugskotskappingini og eru tey farin í gongd. Tey eru:

• Elvi (Selmar Nielsen Arkitektar, Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, LBF og SMJ) 

• BIGKONTRAST (BIG-Bjarke Ingels Group, Kontrast byggilist og byggifrøði, LBF, SMJ) 

• Árni Winther Arkitektar, Zeta Architects, SMJ og LBF) 

• MAP Arktitektar, Arkitektar 99, LBF og PB Consult 

Toymini hava fram til fríggjadagin 18. desember 2015 kl. 13 at lata sítt uppskot til kappingina. Hareftir farið verður undir at velja samanlagt bestu verkætlanarloysnina og síðani verður farið undir gerð av skipanaruppskoti í januar 2016.

Sjálv skúlabyggingin verður skipað í trý byggistig. Sambært tíðarætlanini verður fyrsta byggistig liðugt í juli 2018, og tá flytur miðdeildin (4.- 6-fl.) inn í skúlan. Annað byggistig er til hádeildina (7.-9.fl.), og tað verður liðugt í juli 2019. Í juli 2020 verður triðja byggistig liðugt, og tá flytur grunddeildin (forskúli-3. fl. og frítíðarskúli) inn í skúlan.

Byggiskráin og fylgiskjøl kunnu síggjast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo