At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Tolin trívst, sigur orðatakið. Og tað er nakað um tað, halda teir - teir eru bara menn - sum í vetur hava gingið á skeiði at byggja borðbátar á Tórshavnar Kvøldskúla.

- Okkum dámar at sita og putlast, siga teir báðir Herfinn Seloy (55) og Janus Isaksen (76), sum eru tveir av hugagóðu næmingunum.

Tilgongdin frá tanka til úrslit er stundum long. Tolin trívst. Alt byrjar á tekniborðinum. Amboð, mátingar og strikur. Og tol. Nógv og gott tol, tí neyvleikin er avgerandi, skal úrslitið gerast gott.

Og snøgt er tað. Handverkið, sum í ógvuliga stóran mun er evnað og virkað til við hond, uttan hjálp frá tólum og maskinum. Handalagnum, hugflognum og kreativitetinum bilar einki.

- Tað er áhugin, sum drívur verkið og sosiali felagsskapurin, tí her er gott at vera, sigur Herfinn Seloy.

Teir hugna sær og práta á verkstaðnum í Eysturskúlanum, har teir halda til. Prika eitt sindur til hvønn annan í einum skemtiligum tóna, sum altíð er vælmeinandi. Tað hava teir gjørt hvørt mikukvøld í vetur.

Og teir møta trúliga. Men hetta kvøldið, tá ið vit eru á vitjan, eru teir bara tveir. At teir ikki eru fleiri hevur tvinnar orsøkir, sigur Andrass Joensen, undirvísari. Onnur er, at onkur teirra, sum tekur lut á skeiðnum, er útisiglari og tískil er burtur ein part av árinum. Hin er, at koronafarsóttin krevur, at menn skulu í sóttarhald, tá ið teir endiliga eru í landi. Tí berst frá hjá summum at møta.

Men hugagóðir eru teir, sum møta, sigur Andrass Joensen, ið sjálvur hevur undirvíst og lagt næmingum lag á í fleiri ár.

Janus Isaksen er millum teir royndu menninar og hevur tikið lut á skeiðnum áður. Hugurin er framvegis líka góður, sigur hann og vísir erpin fram meistarverkið, bátin við navninum Coronet, KG375, við heimstaði í Klaksvík, hiðani Janus er ættaður.

Bátin er hann sera góður við. Og hevur putlast leingi við hann. Og hann riggar væl, sigur Janus, sum longu hevur flotað bátin fleiri ferðir.

Nú eru nýggir bátar í gerð á verkstaðnum. Og skulu vit trúgva luttakarunum, er talan neyvan um teir seinastu.

Livst so spyrst.

Les meira á heimasíðuni kvoldskulin.fo ella á síðuni hjá Tórshavnar Kvøldskúla á Facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo