40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fram sum hevur til endamáls at fáa til vega nýggja materiella lógarheimild samsvarandi játtanarskipan landsins til at halda útreiðslur til at byggja ein umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið og harvið fáa hølisviðurskiftini hjá Sjóvinnustýrinum í fastar karmar.

Við uppskotinum fær landsstýrismaðurin nýggja materiella heimild at halda byggiútreiðslur í sambandi við bygging av nýggjum umsitingarbygningi til Sjóvinnustýrið upp í 26,3 mió. kr.

- Viðmerkjast skal, at talan er um eina meting av kostnaðinum, sum Landsverk hevur gjørt, verður sagt í viðmerkingunum.

Sí uppskot her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo