Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í fíggjarætlanini fyri 2021 eru fýra miljónir krónur avsettar til orkumál, av hesum eru trígjar miljonir settar av til orkuátøk í bygningum.

Ætlanin er at fáa umlagt til fjarhita í tveimum bygningum, ið er við til at minka um CO2 útlátið og hervið sleppa av við oljunýtsluna í hesum bygningum. Harumframt skal ein stovnur leggja um til jarðhita, íð er ein grøn orkukelda.

Ætlanin er eisini at brúka pengarnar til at skifta til LED ljós í nøkrum bygningum. Tá skift verður um til LED-ljós fáa fæst meira ljós við betri stýring, og hervið minkar elnýtslun og CO2 útlátið.

Tekniski stjórin og leiðarin á Húsaumsitingini mæla til, at umsitingin fær heimild at nýta tríggjar miljónir til orkuátøk í bygningum, at bjóða út og undirskriva sáttmála við arbeiðstakara.

Málið er samtykt í byggi- og býarskipanarnevndini og í fíggjarnevndini, og kemur fyri býráðið hóskvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo