Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í desember 2018 samtykti bygdaráðið at keypa gomlu dansistovuna og biografsalin, og bygningarnir vórðu tinglýstir sum ogn hjá kommununi í januar 2019. 

Søgan um bygningin er tann, at eigararnir fleiri ferðir hava biðið bygdaráðið um at taka tinglýstu treytirnar, sum eru á ognini, burtur. Treytirnar vóru, at hølini kundu nýtast til biograf og dans. Ymisk bygdaráð hava sýtt hesari umbøn.

Við tíðini er bygningurin vorðin eitt misprýði fyri bygdina, umframt at hann kann vera vandamikil í ringum veðri.

Staðið, har bygningurin stendur, liggur væl fyri í bygdini, og kunnu tí ætlanir gerast fyri økið, so tað verður knýtt at einum nýggjum miðstaðarøki í bygdini og eisini gerst partur av tí virksemi, sum longu fer fram á í ítróttinum, countryfestivalinum og spæli- veristaðnum á Stakka.

Vinnunevndin hevði fólk inni á fundi hjá okkum í februar 2019 fyri at legga síni ynski fram um økið, og hóast bygdaráðið kann taka eina avgerð, sum kanska ikki fer at dáma øllum, so lurta vit eftir fólki og leggja ætlanirnar til rættis, soleiðis at tað kemur flest øllum í kommununi til góðar.

Tað er ongin ivi um, at bæði ítrótturin og countryfestivalurin er eitt aktiv fyri okkara kommunu, tað er júst tí, at vit royna at stuðla virkseminum har á staðnum bæði fíggjarliga og við praktiskari hjálp.

Vit eru glað fyri, at tað finnast fólk her á staðnum, sum tíma at gera slíkt arbeiði, sum skapar trivnað millum fólk.

Kanning varð gjørd í juni 2019 av bygninginum, sum Preben Hansen stóð fyri, og hon staðfesti, at virði á bygninginum er 3 mill. krónur, og at tað kostar 600.000 krónur í umvælingum fyri at fáa hann tryggjaðan.

Tað verður í metingini hjá Preben Hansen roknað við, at bara at dagføra bygningin, so hann er brúkiligur, tvs. skifta tekju, vindeygu, gólv etc. skal roknast við 6 mill. krónum.

Kanningin tók tí ikki støðu til, hvussu nógv tað kostar at seta bygningin í nútímans stand, so hann nøktar tørvin á virksemi, sum kann hugsast at fara fram í dag.

Tað er púra greitt, at funktiónirnar, sum hava verið í bygninginum í sjeyti- og áttatiárunum, ikki eru tær somu longur, og at vit hava eitt annað slag av bygningi fyri neyðini, sum tó skal taka hædd fyri teimum aktivitetum, sum fara fram niðri á Dungasandi.

Ein annar síðuvinningur við at hugsa økið av nýggjum er at gera tað liðugt, sum er byrjað í eldri bygdaráðum, nevnliga art flyta miðstaðarøkið úr bygdini, har ferðslan er ógvuliga tung og nógv, og í staðin skapa eitt væl skipað miðstaðarøki, sum hongur saman við plássinum á Stakka, fótbóltinum, countryfestivalinum og einum torgi og parkeringsplássi, sum eru alneyðug at gera aftrat í bygdini.

Tað er púra greitt, at bygningurin er ein vandi fyri fólk og fæ, av tí at hann er so illa farin, at har kunnu henda ólukkur, tá veðrið leikar harðast á. Tryggingin noktar at tryggja bygningin, sum hann sær út í løtuni, og tí hevur bygdaráðið havt nógvar fundir, har vit hava tosað aftur og fram um, hvat kann gerast fyri at loysa akutta trupulleikan.

Enn eru vit ikki komin ásamt um, hvat skal gerast, onkur vil taka niður og onki byggja í staðin, onkur annar hugsar um ítrótt, men eg eri av tí avgjørdu meining at vit hava eitt nýtt miðstaðarøki fyri neyðini í bygdini, har ein nýggj nútímans kommunuskrivstova gerst miðdepilin við torgi og parkeringsplássum, og haraftrat høli til ymiskt virksemi, her kundi hugsast kaffistova, lítil biografur, høli til borgarar at brúka at hittast í, osfr.

Møguleikarnir eru nógvir, men tað týdningarmiklasta er at hugsa, at hølini skulu kunna brúkast til ymisk endamál, at tey eru multifunktionell. so vit ikki binda okkum føst í eitt einstakt virksemi.

Í fíggjarætlanini fyri 2020 er peningur settur av til at arbeiða við dagføring av byggisamtyktini fyri miðstaðarøkið í Sørvági. Mín hugsan er, at vit eiga at biðja 3-4 arkitektavirki gera skitsuuppskot fyri økið, so at vit kunnu fáa eitt sindur av íblástri til, hvat kann byggjast á staðnum, og hvussu økið kann brúkast, so at tað haraftrat fellir væl inn í bygdamyndina og náttúruna á staðnum.

Hesi uppskotini frá arkitektavirkjunum skulu síðan gerast grundarlag undir einum borgarafundi várið 2020, har borgarin fær møguleika at síggja hugskotini og geva sína meining til kennar, hvat gerast kann við økið.

Eg haldi, at vit í Sørvági eiga at unna okkum at hugsa um at fríðka um okkara bygd og geva øllum borgarum møguleika at trívast.

Rom var ikki bygt eftir einum degi, og tað verður Sørvágur heldur ikki, alt má gerast, so tað er fíggjarlig orka til tað. Men vit eiga at hugsa visionert og ikki bara lata standa til og velja tað næstbesta.

Marna Jacobsen
bygdaráðslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo