Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Ætlanin var, at Erla Kongsdóttir skuldi koma fyrr í ár, og so skuldi takast støða til, hvørjar møguligar tillagingar skuldu gerast á atløguplássini. Um skipið hevði komið til tíðina, hevði rúm tíð verið at gjørt tillagingar, til skipið skuldi brúkast sum avloysaraskip.

Loysnin er at hækka bryggjukantin við einari rampu, sum verður stoypt oman á bryggjuna. Tað ber ikki til at broyta verandi rampur, tí tær skulu framhaldandi brúkast til Ternuna.

Rampurnar verða umleið 10m langar, og tí mugu tær staðsetast soleiðis, at tær eru sum minst til ampa á havnaøkinum. Í Nólsoy er rampan staðsett í norðara enda á bryggjuni úti á Klivum, og í Tórshavn er rampan staðsett á sunnaru síðu av rampuni, sum Ternan brúkar.

Arbeiðið fyri báðar rampurnar kann gerast fyri kr. 630.000 Alt eftir hvussu veðrið verður, og at flutningur av tilfari til Nólsoyar ikki seinkar arbeiðinum, kunnu rampurnar takast í brúk umleið 20. desember.

Málið varð einmælt samtykt í býráðnum í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo