Tá ið búrhundar fara at flagga og prædika, flennir fanin í kíki
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Dagstovnar og í dagrøkt er ein tann fyrsta almenna tænastan, sum foreldrini lata síni ungu børn upp í hendurnar, og tí er tað sera umráðandi, at hesir kommunalu stovnar fáa tann ans og tær játtanir, sum eru neyðugar fyri at veita eina nøktandi tænastu og, ikki minst, at tryggja nøktandi karmar um virksemið.

Klaksvíkar kommuna er heppin at hava dugnalig starvsfólk og leiðarar á hesum øki, sum gera eitt gott arbeiði. Hetta síggja vit eisini í teimum nøgdsemiskanningum, sum kommunan hevur gjørt seinastu árini.

Samstunds mugu vit tó ásanna, at hetta økið fær ikki nóg høga politiska raðfesting. Her hugsi eg serliga um tað, sum verður játtað og gjørt fyri at viðlíkahalda og dagføra karmarnar, tvs. høli, leikur og útiøki.

Hetta er ikki í lagi, og hetta ætli eg mær eisini at arbeiða fyri at fáa broytt, fái eg møguleikan til tað eftir valið. Sum á so nógvum øðrum økjum snýr tað seg um at seta pening av til viðlíkahald og til dagføringar.

Vit hava dugnaligar húsavørðar, sum gera eitt gott arbeiði, men fyri at fáa dagførdar karmar krevjast nøkur eyka átøk og ein størri játtan, sum verður markað til hetta endamál.

Nýggi dagstovnurin
Tað hevur eisini gingið ov seint við byggingini av nýggja dagstovninum Oman Valrætt, sum leingi hevur ligið í kortunum at byggja.

Hetta er ein spennandi og neyðug verkætlan, og tí má ikki drálast longur, men setast full ferð á byggingina, so hann kann standa liðugur skjótast møguliga.

Hesum vil eg eisini virka fyri.

Mikladalur, 25. oktober 2020

Herfrí Sørensen
Býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo