Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Ellivu mál eru á skrá til býráðsfundin í kvøld. Talan er um ein øðrvísi býráðsfund á tann hátt, at einasti persónur í býráðssalinum verður borgarstjórin. Vegna koronafarsóttina eru hinir tólv býráðslimirnir við umvegis netið.

 

Millum málini á skrá er ein játtan til fótbóltsvøllirnar í Gundadali. Talan er um 5 mió.kr, sum verða framskundaðar.

 

Íløgur verða eisini gjørdar í lendisgøtur. Og so verða 5 mió.kr eisini játtaðar til orkusparandi tiltøk í kommunalum bygningum.

 

Umframt framskundaðar íløgur verða ymiskar størri umvælingar framskundaðar.

 

Býráðsfundurin byrjar kl.19:30 í kvøld, og øll kunnu stroyma fundin her.

 

Skráin fyri býráðsfundin sæst her.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo