Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í síðstu viku skrivaði eg eitt stutt lesarabræv um, at býráðið eigur miðvíst at broyta byggisamtyktirnar fram við sjóvarmálanum um allan høvuðsstaðin, so at íbúð á neystaloftinum verður ein sjálvsagdur møguleiki alla staðni fram við sjónum í Tórshavnar kommunu.

Hetta eigur at henda skjótast gjørligt, tí henda framúr møguleika – við íbúð á neystaloftinum – góvu vit nólsoyingum fyri umleið 10 árum síðani.

Ikki vardi tað meg, at neystaloftini skuldu fara í rangastrúpan hjá býráðslimunum Annfinni Brekkstein og Marin Katrinu Frýdal – umframt at Heðin svølgdi tað rangt við vilja.

Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, kom algoyst í fjølmiðlarnir at fáa meg aftur á beint, tí hon metti, at málið var longu avgreitt. Ein ætlan er á veg, segði hon og undraðist á, at eg ikki fylgdi betur við hesum máli.

Stutta aftursvarið til Marin Katrinu er, at eg tók málið fram aftur, tí Marin Katrina hevur verið so leingi á veg við hesum ætlanum, uttan at nakað ítøkiligt spyrst burturúr.

Tað gongur ov seint frú forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini.

Annfinn Brekkstein vísti á, at eg sum nevndarlimur í byggi- og býarskipanarnevndini í 2017 atkvøddi ímóti at broyta byggisamtyktina fram við sjóvarmálanum á Velbastað.

Ja, Annfinn tað gjørdi eg, tí tú í óðum verkum royndi at trýsta málið ígjøgnum, kanska tí tú hevði lovað onkrum ov nógv í valstríðnum árið fyri.

Tað er ikki tráð við at fara miðvíst undir at javnseta byggisamtyktirnar fram við sjóvarmálanum í høvuðsstaðnum.

Og so var tað Heðin Mortensen, sum við vilja svølgdi hetta málið rangt fyri egnan vinning.

Fyrrverandi borgarstjórin royndi at skeikla málið og gera neystaloftini til eina part av ætlanini hjá sitandi samgongu at loysa bústaðartrupulleikarnar í høvuðsstaðnum.

Til hetta er bara at siga, at slíkt svass er Heðini so líkt – óseriøst.

Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo