Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú er løgtingsins umboðsmaður aftur eftir Tórshavnar býráð við álvarsamari átalu, tí kommunan í yvir trý ár ikki hevur svarað klagu frá borgara. Dag og dagliga hoyra vit um, at býráðið fær átalur fyri ikki at handfara viðurskiftini hjá borgarum rætt. Hetta er ikki góð umsiting, hvørki frá politikarum ella umsiting, tí borgarin líður undir hesum.

Í heila tikið tykist býráðið hava flutt seg alt ov langt frá borgarunum í Havnini, og hetta ávirkar bæði trivnaðin og trygdina hjá okkara borgarum.

Tað tykist vera ógjørligt hjá fleiri av okkara borgarum at fáa klagur og onnur mál viðgjørd rættstundis og virðiliga. Tí fari eg at spyrja borgarstjóran og kommunustjóran, hvussu nógvar átalur kommunan hevur fingið seinasti trý árini frá løgtingsins umboðsmanni?

Almenningurin eigur at fáa hetta at vita, so viðurskiftini koma í rættlag, tí býráðið er til fyri borgaran. Ikki øvugt!

Heðin Mortensen
Javnaðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo