Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Byrgingin hjá SEV í Heygadali er nú tømd, og harvið eru sílini, sum partafelagið Røkt hevði gangandi í byrgingini, avtikin. Sílini vóru eini 700 í tali.

- Sílini eru send til Salmon Proteins á Eiði, sum tekur sær av at beina tey burtur, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Røkt.

Arbeitt varð annars leingi við at varðveita sílini, sum vóru tey seinastu av eini serligari føroyskari stammu. Í 2018 boðaði Umhvørvis- og Vinnumálaráðið frá, at ein loysn varð funnin, men hetta bar kortini ikki á mál, og nú eru sílini deyð.

- Hetta hevur verið eitt langt og møðsamt stríð, og vit royndu til tað allar seinasta, men nú hava vit lagt hetta afturum okkum og líta frameftir, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Røkt.

SEV hevur tømt byrgingina, tí regluligt eftirlit og viðlíkahald skal gerast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo