Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fyrsti dystur í komandi HM-undankapping verður á útivølli móti Moldova tann 25. mars - Mynd: Hans Erik Danielsen

Fyrsti dystur í komandi HM-undankapping verður á útivølli móti Moldova tann 25. mars - Mynd: Hans Erik Danielsen

Fyrsti dystur í komandi HM-undankapping verður á útivølli móti Moldova tann 25. mars - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Mánadagin var lutakast í Zurich í Sveis, har greiðast skuldi fáast á, hvussu londini í Evropa skuldu bólkast til komandi HM-undankapping fyri A-landslið við monnum.

Føroyar komu í bólk F, saman við Danmark, Eysturríki, Skottlandi, Ísrael og Moldova.

Síðan hevur UEFA gjørt leikskránna, og nú er greitt, at føroyska liðið byrja á útivølli móti Moldova í mars, og endar í Ísrael í november.

Av tí at Føroyar eru eitt “vetrar-land” í UEFA høpi, verða allir okkara heimadystir spældir í september og oktober. Tríggir dystir verða í Føroyum í september, og tveir í oktober. Útidystirnir verða tískil spældir í mars og í november.

Skráin sær soleiðis út:

25. mars
Moldova – Føroyar

28. mars
Eysturríki – Føroyar

31. mars
Skottland – Føroyar

1. september
Føroyar – Ísrael

4. september
Føroyar – Danmark

7. september
Føroyar – Moldova

9. oktober
Føroyar – Eysturríki

12. oktober
Føroyar – Skottland

12. november
Danmark – Føroyar

15. november
Ísrael – Føroyar

Væntandi verða tveir venjingardystir á skránni í juni mánað, men hvørji mótstøðulondini verða, er ikki endaliga greitt enn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo