Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sjúkrahúsverkið: ​Í síðstu viku var leiðslan í Sjúkrahúsverkinum á fundi við leiðsluna hjá Cambio, har Tomas Block (CMO & Deputy CEO) segði upp avtaluna millum Sjúkrahúsverkið og Cambio um talgildu heilsuskipanina, Cosmic.

Sambært sáttmála hevur Sjúkrahúsverkið eina uppsagnarfreist uppá tvey ár, har Cambio hevur skyldu til at veita fulla support av Cosmic. Er tørvur á support í longri tíð, má serlig avtala gerast um hetta. Hetta verður støðan eitt nú, um Sjúkrahúsverkið ikki hevur fingið eina nýggja talgilda heilsuskipan endaliga setta í verk innan tvey ár.

Sjúkrahúsverkið er á gáttuni við nýggjar uppstigan av Cosmic. Mett verður nú um fyrimunir og vansar við hesari uppstigan - sæð í ljósinum av hesi uppsøgn. 

Tað vísir seg, at Cambio hevur uppsagt allar installatiónir av Cosmic uttan fyri Svøríki, her ímillum við heilsverkið í Grønlandi, við donsku verjuna og alt virksemi, sum fyritøkan hevur í Stóra Bretlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo