Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Føroyska krimisendirøðin TROM leitar nú eftir leikarum - føroyingum eins og útlendingum - til fleiri fjølbroyttar leiklutir. Talan er um bæði føroyskar leiklutir, sum telja fleiri enn 30 í tali, eins og nakrar útlendskar.

Leitað verður eftir fólki í øllum aldursbólkum - ungum sum gomlum. Tað er ikki eitt krav at hava royndir sum sjónleikari fyri at bjóða seg fram.

Upptøkurnar verða gjørdar í Føroyum í tíðarskeiðnum frá mars til juni 2021. Føroyska framleiðslufelagið Kykmyndir stendur saman við danska REinvent Studios fyri framleiðsluni av sendirøðini, ið Torfinnur Jákupsson hevur skrivað við støði í kendu krimibókunum hjá Jógvani Isaksen, um rannsakandi miðlamannin Hannis Martinsson.

Øll áhugað eru vælkomin at senda ein teldupost til rannva@kykmyndir.fo við yvirskriftini “TROM Casting,” eini mynd og hesum upplýsingum: navn, aldur, kyn og hædd. Síðani fær ein nærri upplýsingar um upptøkuroyndirnar sjálvar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo