Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Leikluturin hjá universitetum er stórur í dagsins samfeløgum. Setningur teirra er at útbúgva fólk, so at tey hava neyðugu vitanina til at vera við í rakstri og menning av sínum samfeløgum, og at tryggja, at fólk hava skil fyri at luttaka í vitbornum orðaskifti um handfaring av samtíðarmálum og avbjóðingum.

Eisini hava universitet ta alstóru uppgávuna at framleiða nýggja vitan, so vit betur kunnu skilja heim okkara og trupulleikarnar, sum eru í honum við tí fyri eyga, at okkara samfeløg verða dubbað til at fara undir at loysa teir.

Undirvísarar og granskarar á universitetum ganga sjálvsagt undir ta treyt, at teirra arbeiði verður lagt undir almennan, kritiskan lupp og verður kjakevni - onkuntíð eisini sera bersøgið. Tó kann og eigur tað ikki at góðtakast, at undirvísarar og granskarar eru fyri grovum ágangi ella verða persónliga hóttir, tá teir bera fram sína vitan og fatan fyri sínum granskingarumhvørvi og fyri almenningin annars. Seinastu árini hevur hetta seinasta tikið dik á seg, og rákið hevur fingið megi og hevur breitt seg við sosialu miðlunum.

Fróðskaparsetur Føroya harmast almikið um hetta og fordømir hetta rák. Og vit vóna, at føroyska samfelagið og myndugleikarnir eisini vilja fordøma tað.

Sjálvsagt hava borgarar í føroyska samfelagnum rætt at vera ósamdir við sjónarmið og meiningar hjá granskarum, um tað so er rætt ella skeivt, men sum samfelag mugu vit tryggja, at slíkar ósemjur fara fram á mentaðari grund og ongantíð við hóttanum. Eingin eigur at verða hóttur ella kenna seg hóttan av at gera sítt arbeiði og tæna okkara samfelagi.

Vegna Fróðskaparsetur Føroya,
Chik Collins, professari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo