40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Hin síðhærdi og skeggjuti countrysangarin, sum altíð er undir hatti, Chris Stapleton, er kosin ársins mannligi sangari, við ársins album, ársins single og ársins sangi - ”Starting over”.

Tað hevur Country Music Association (CMA) gjørt av á 55. handanini, sum var í gjárkvøldið. Sum eitt heilt serstakt show sang Chris Stapleton saman við soul sangarinnuni Jennifer Hudson, ið hevur Arethu Franklin sum fyrimynd. Tey sungu eina medley av “Night Life” og “You Are My Sunshine”.

Árliga CMA tiltakið, sum er tað størsta av sínum slag í countryhøpi, varð sent beinleiðis á sjónvarpsrásini ABC.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo