Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Nú samgongan hevur avgreitt og lagt fiskivinnulóggávuna í trygga legu, vóni eg, at tingið fær hugsavnað seg at loysa onnur politisk stórmál, sum ov leingi hava ligið á láni.

- Í mong ár hevur fiskivinnupolitikkur skúgvað annað politiskt arbeiði til viks.

- At fiskimenn eru nøgdir við samtyktu skipanina boðar frá eini skipan, sum fer at vara og sum fer at geva stór avkøst til samfelagið, segði framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinum, Christian Andreasen, millum annað nú Ólavsøku røða løgmans er til viðgerðar.

- Løgmaður segði, at samgongan nú arbeiðir við nýggjum leisti til áseting av tilfeingisgjaldi.

- Gjaldið verður yvirskotsgrundað. Tað kenna vit m.a. frá alivinnuni, har gjaldið fylgir marknaðarprísunum. Tilfeingisgjaldið skal nú ásetast við støði í marknaðarprísum, oluprísi v.m. Tað skal fylgja konjukturunum. Málið við nýggju skipanini er at geva landskassanum inntøkur, men eisini, at fiskivinnan skal hava tryggar karmar.

- At broyta tilfeingisgjøld árliga, sum undir farnu samgongu, alt eftir tørvi landskassans, ber ikki til.

- Tilfeingisgjaldið má sjálvsagt ásetast so, at vinnan er før fyri at rinda, og gjaldið má ikki verða so høgt, at tað forðar íløgum í nýggj skip og útbúnað.

- Lat meg staðiliga ávara fólk ímóti at halda, at tilfeingisgjøld eru ein trygg inntøkukelda fyri landskassan. Til tess eru sveiggj í ali- og fiskivinnuni ov stór.

- Tað er fíggjarliga óforsvarligt at leggja útreiðslustøðið hjá landskassanum eftir, hvussu nógv gjøld fiski- og alivinnan her og nú klára at rinda landskassanum.

- Seinastu nógvu árini eru útreiðslurnar á fíggjarlógini vaksnar sera nógv.

- Politikarar halda, at hesin støðugi og ókontrolleraði útreiðsluvøksturin kann fíggjast bara við at leggja hægri gjøld á vinnuna.

- Almennu gjøldini á vinnulívið eru nú um hálva milliard um árið.

- Longur upp sleppa vit ikki, sum nú er. Vit kunnu ikki bara lata útreiðslurnar á fíggjarlógini vaksa í væntan um, at laksur og makrelur nokk skulu fíggja almenna útreiðsluvøksturin.

- Skula vit yvirliva sum sjálvstøðugt samfelag, má vend koma í sum skjótast. Vit mugu ítøkiliga føra ein varnan fíggjarpoltitikk. Orð eru als ikki nóg mikið.

- Um útreiðslurnar á fíggjarlógini vaksa við somu ferð sum farnu mongu ár, missa vit lættliga tamarhaldið á støðuna, so okkara vælferðarsamfelag kemur í vanda.

- Besta trygd hjá almenna geiranum er eitt sterkt vinnulív, segði Christian Andreasen millum annað og viðmerkti eisini onnur økir í síni røðu.

Vioðvíkjandi avbjóðingunum í samband við okkara fíggjarpolitikk, segði Christian Andreasen, at talan er um tveir mátar.

- Annar er at økja framleiðslu- og útflutningsvirðið í búskapinum, so samlaðu inntøkurnar í samfelagnum vaksa. Inntøkurnar eru eisini vaksnar nógv seinastu 20 árini, ja okkara útflutningsvirði er nærum tvífaldað úr 4,5 mia í 2012 upp í 9 mia í fjør. Okkara BTÙ er eisini tvífalda seinastu 20 árini.

- Skal hesin inntøkuvøkstur halda fram, mugu karmarnir um okkara vinnulív framhaldandi betrast.

- Hin møguleikin er nýggjar inntøkukeldur. Her er ferðavinnan ein upplagdur møguleiki. Tí er tað ein vital almenn uppgáva at syrgja fyri røttu kørmunum kring okkara vaksandi ferðavinnu. Karmar og íløgur mugu lagast so, at hon gevur maksimalt avkast til samfelagið. Ferðavinna er sum útflutningsvirði, rein inntøka.

- Í alivinnuni eru eisini stórir møguleikar fyri øktari framleiðslu í samband við aling úti á havi.

- Vit mugu burtur frá politisku stýringini av okkara fiskivinnu.

- Politisk stýring og íblanding í okkara vinnulívið er alt annað enn inntøkuskapandi fyri samfelagið. Vit mugu orða nýggjan vinnupolitikk, sum annars ikki er broyttur, síðani Fólkaflokkurin frá 2001 til 2006 orðaði ein varandi KT-, ali-, landbúnaðar-, samferðslu- og ikki at gloyma yvirvordnaðan vinnupolitikk, sum hevur verið grundarlagið undir føroyskum politikki síðani.

- Nú er stundin komin at dagføra hesi viðurskifti.

- Vit klára neyvan at fíggja útreiðsluvøksturin á fíggjarlógini einans við øktum inntøkugrundarlagi. Tí má útreiðsluøkingin á fíggjarlógini tálmast. Vit mugu sum politikarar hava rygg til at broyta almennar bygnaðir og rationalisera, so betri javnvág verður á fíggjarlógini.

- Uppgávubýtið millum land og kommunur eigur støðugt at endurskoðast. Millum annað eigur at verða kannað, um tað ikki er rætt at leggja fleiri uppgávur á kommunurnar, eitt nú at kanna um skúlaøkið kundi verið lagt út til kommunurnar.

- Í hesum liggur eisini, at vit mugu hava rygg til at skipa okkara kommunustruktur í fasta legu. Sjálvbodnar samanleggingar virka ikki í praksis.

- Vit eiga eisini at umhugsa at leggja kommunurnar saman í størri eindir við løgtingslóg. Tað hevði avgerandi styrkt kommunurnar, um tær blivu lagdar saman í størri eindir, lítil ivi um tað.

- Vit eiga eisini alla tíðina at hyggja eftir almenna bygnaðinum og kanna, um tað ikki er møguligt at rationaliserað, kanska við at verandi stovnar verða lagdir saman.

Viðvíkjandi einskiljingum, segði framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinum:

- Løgmaður nevndi einskiljingar. Eg taki fult undir við honum.

- Tað er absolutt rættur politikkur at minka virksemið hjá tí almenna. Tað er eisini sjálvsagt, at tað almenna ikki eigur at reka vinnuligt virksemi í kapping við privatar vinnur.

- Søguliga hava almenn og privat monopol trivist alt ov væl í Føroyum. Einkarrættur, eisini almenn monopol, darvar dynamikki, kapping og harvið vøkstri.

- Monopolið blívur ofta ein statur í statinum og forðar menning.

- Tað hevur verið tungur burður at broyta hesi viðurskifti. Vit høvdu í áratíggju monopol í fiskavirking og –útflutningi, í posti, trygging, flúgving, ferðslu, tele, kringvarpi, bankum o.ø. økjum.

- Sum úrslit av hesum hava Føroyar sera ósunna siðvenju við ‘harraleysum’ kapitali. Vit hava enn stórar fyritøkur í landinum, sum eingin í veruleikanum eigur.

- Tað eru bara 20 ár, síðani landskassin átti dastið av fiskivinnuni á landi, meginpartin av bankakervinum, meðan landið rak stóran part av vinnuni. Hetta er óhoyrt í okkara grannalondum.

- Ein avleiðing bleiv eisini, at ongin veruligur eginkapitalur var í landinum. Tað almenna mátti dragast inn í so at siga alt.

- Tað hevur seinnu árini lutvíst eydnast at skekla landskassan úr einum parti av vinnulivinum, men enn er langt eftir.

- Gongdin seinastu árini hevur víst, at friu marknaðarkreftirnar megna at skapa verulig avlop í privatu vinnuni, og í dag finst í Føroyum nógvur privatur eginkapitalur.

- Alt ræður um, at hesin kapitalur sleppur til arbeiðis og kann vera við til at skapa størri dynamikk í búskapinum.

- Tí er kærkomið, at einskiljingar av almennum fyritøkum aftur verða settar á breddan.

- Vit mugu sum løgmaður spyrja okkum sjálvi, um tað er almenn uppgáva at reka vinnufyritøkur sum partafeløg. Aðrastaðni í heimi er man langt síðani farin frá tí.

- Í fyrsta lagi er tað almenna ein vánaligur eigari av eini fyritøku.

- Politisk atlit gera, at tað er nærum ógjørligt vinnuliga at stýra eini slíkari fyritøku. Nevndir í hesum fyritøkum verða javnan skiftar út, eftir hvør situr í landsstýri, og stjórarnir ganga stilt um hurðarnar fyri ikki at fáa politisku skipanina ímóti sær.

- Málið við at einskilja er at minka politiska íblanding í okkara vinnulív, at skapa dynamikk og kapping á viðkomandi øki

- Málið má eisini vera at útvega landskassanum inntøkur. Lands-kassanum tørvar tær fyri eitt nú til at fíggja komandi íløgur.

- Sera positivt eisini, at løgmaður í røðuni umrøður at skilja netið hjá SEV sundur. SEV er ein kommunalur felagskapur við sína helt serligu søgu.

- Eg haldi ikki, at verandi bygnaður kring SEV hóskar til eitt nýtíðar samfelag.

- Í fyrsta lagi er tað ósunt at reka eina almenna fyritøku, sum als ikki eru undirløgd vanligum handilsligum treytum, eitt nú um avkast til sínar eigarar.
Føroyskar kommunur fáa ikki eina krónu í avkasti frá SEV. Kommunuumboð fáa kanska einar tveir døgurðar um árið. Annars livir henda almenna fyritøka sítt egna lív.

- Hugsi ofta um, at vit skylda kolvetni alla okkara vælferð. Uttan olju, gass og (fyrr) kol var eingin sigling, koyring ella flúgving.

- Men SEV hevur altso almannakunngørt sínar ætlanir frameftir, m.a. at øll orka í 2030 skal vera ‘grøn’. Í dag er enn helmingurin av orkuframleiðsluni hjá SEV úr olju, altso ‘kolasvørt’ orka.

- Framleiðslan hjá SEV er góðar 350.000 GW tímar um árið. Skal SEV fylgja síni egnu ætlan er neyðugt at tvífalda framleiðsluna.

- Tørvurin á útbyggingum er tí so stórur, at SEV – sum longu í dag skyldar yvir eina milliard – ikki megnar at nøkta íløgutørvin uttan risa lán, ið kommunurnar skuldarbinda seg fyri.

- Um SEV skal røkka sínum grønu málum, skulu íløgur gerast fyri kanska einar 6 milliardir krónur, tá eru útreiðslur til at umleggja orkuskipanir hjá brúkaranum eru taldar við.

- Bara útbyggingin av framleiðslunetinum hjá SEV verður mett at kosta um 2 milliardir og at útbyggja netið verður mett at kosta um 1 mia kr. Hesar uppgávur klárar SEV sjálvt ikki at lyfta. So einfalt er tað.

- Hví skal SEV átaka sær allan henda kapitalkostnað, tá fleiri privatir íleggjarar og vinnufyritøkur standa klárar at gera íløgur í framleiðslu av streymi.

- Útskiljing av el-netinum hjá SEV snýr seg veruliga um, at aðrir aktørar eisini sleppa framat at framleiða streym til brúkaran.

- Ongin ætlar at taka nakað frá SEV, men tað skal eisini bera til hjá brúkarum at velja, um teir ynskja at keypa streym frá øðrum framleiðara. Hetta skal eyðsæð gerast skynsamt við atliti til almenn áhugamál sum veitingartrygd og -skylda.

- Eg síggi onga orsøk til, at vit í Føroyum ikki kunna ganga somu leið sum okkara grannalonnd. Onkur sigur, at samfelagið er ov lítið. Altso at vit skulu halda fram við almenna monopolinum hjá SEV. Hesum taki eg ikki undir við.

- Hin vegin er tað sjálvsagt av stórum týdningi, at landsstyris-maðurin í sínum arbeiði tekur kommunurnar og SEV upp á ráð.

- Men eg vil ávara ímóti, at SEV skal varðveitast sum tað er, bara tí at føroysku kommunurnar eiga SEV. Tær eru eisini ein partur av almenna geiranum og hava tí skyldu at viga samfelagslig atlit í stórmáli sum okkara framtíðar orkuframleiðslu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo