Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Vit taka undir við, at tað verða tiltøk sett í verk ímóti Russlandi, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Christian Andreasen.

- Fólkaflokkurin tekur frástøðu frá tí, ið er hent í Ukraina og tað Russland hevur gjørt.

- Vit eru partur av vesturheiminum. Fólkaflokkurin stendur fyri at verja tey kristnu, vesturlendsku virðini og eru vit limir í NATO (sum er tann felagsskapurin, ið hevur tryggjað okkum heimsfriðin og friðin í vesturevropa síðani seinna heimsbardaga).

- Vit taka undir við, at tað verða tiltøk sett í verk ímóti Russlandi.

- Tá tað er sagt, mugu vit í Føroyum taka støðu til ítøkiliga hvørji stig vit skulu taka. Tað eru vital føroysk áhugamál, ið vit mugu taka atlit til, sum øll onnur lond eisini gera, tá tiltøk vera sett í verk.

- Her hugsi eg serliga um fiskivinnusamstarvið við Russland, sum er eitt vitalt áhugamál fyri Føroyar. Tað er ikki nakað, ið vit kunnu seta yvir stýr, soleiðis sum okkara fíggjarstøða og land sær út. 

(Sí video niðanfyri)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo