Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

“Jógvan S” málið snúi seg ikki um at taka loyvið aftur eftir 10 ára regluni, sum var í gomlu lógini, men um loyvið, sum Fiskimálaráðið hevði givið eftir viðgerð í tveir dagar – har loyvini hjá “Barið” og “Skørin” vórðu flutt til “Jógvan S” var rætt, í mun til útroknan av veiðutrýsti roknað út frá kvadratrótini av longd x breidd x dýpi.

Rætturin gjørdi av, út frá reint fyrisitingarligum reglum, at ” annulation af en begunstigende forvaltningsafgørelse … er meget indgribende fos sagsøger, der havde indrettet sig ” og at avgerðin av hesi orsøk var ógyldug.

At avgerðin var ógyldug, hevði so endurgjaldsábyrgd við sær. Avgerðin hevði soleiðis einki við fiskivinnulóggávuna at gera.

Í uppskotinum frá FMR stendur í § 3 Stk. 4. “Rættindi til fiskiskap kunnu takast aftur uttan endurgjald”, og í viðmerkingunum stendur “Sama orðing varð í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap og er í galdandi løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi. Ongar innihaldsligar broytingar eru ætlaðar «, men trupuleikin er, at innihaldið í lógini er broytt, tí nýggja lógin broytir galdandi skipan, og innførir nýggj hugtøk, sum gera, at ein stórur ivi verður sáddur.

Uppskotið og viðmerkingarnar kunnu ikki lesast øðrvísi enn ein roynd at grugga henda spurning.

Sjálvandi skulu fiski- og veiðuloyvir, tá loyvini ganga út sambært veittum treytum, falla aftur til eigaran – tað almenna – uttan endurgjald, og eigur hetta at nágreinast tíðuligari í lógini.

At Christian Andreasen, nú hann førir sak móti Fiskimálaráðnum fyri Mortan á Ennibergi – hann sjálvur «tú sært ikki út til at líða nakra neyð «, roynir at grugga og sáa iva um henda spurning og roynir at billa fólki inn, at loyvir bara kunna takast aftur móti endurgjaldi, er líka so langt úti sum at pástanda, at ein leigari av íbúð ikki kann sigast upp uttan endurgjald.

Christian – minst til, at um ein sjálvur heldur at ein er Guð, so er tað ikki vist at tað passar.

Jógvan Páll Lassen     

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo