Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Januar: Christina á Bøgarði hevur hin 10. november 2020 staðið próvtøkuna til statsautoriseraðan revisor í Keypmannahavn.

Christina, sum er 33 ára gomul, hevur starvast hjá Januar síðani 2008 og hevur samstundis tikið útbúgvingarnar HD-R og  cand.merc.aud.. Seinastu tíðina hevur hon fyrireikað seg til endaligu próvtøkuna til statsaut revisor og staðið royndina.

Hennara starvsøki hesa tíðina hava serliga verið tænastuveitingar til fiskivinnuna og fíggjargeiran, umframt grannskoðan av størri og smærri fyritøkum.

Christina verður nú partaeigari í Januar, har 4 aðrir statsautoriseraðir grannskoðarar saman við øðrum eru partaeigarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo