Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Manchester City er komið eitt fet nærri FA Cup finaluni, eftir at liðið í kvøld vann 4-1 á útivølli ímóti Newport County úr League 2.

Liðið hevur nú leikt seg í fjórðingsfinaluna í søguríku kappingini. 

Málskjúttar hjá City í kvøld vóru Phil Foden (2), Leroy Sané (1) og Riyad Mahrez (1). Støðan í hálvleikinum var 0-0.

Newport County hevði tann størsta møguleikan í einum rótutum 1. hálvleiki, men Ederson í City-málinum bjargaði sera væl, og í seinna hálvleiki setti City walisiska liðið væl og virðiliga upp á pláss.

Málverjin hjá Newport County hevði ikki tann besta dystin og skuldi strangt tikið havt tikið trý av málunum hjá City - m.a. tað fyrsta hjá Leroy Sané, sum kom í 48. minutti.

Síðan gjørdi 18 ára gamli Phil Foden um seg, og við tveimum frálíkum soloatsóknum økti hann um munin til ávikavist 2-0 og 3-1.

Ein minutt áðrenn málið til 3-1 hevði Newport County minkað um munin til 2-1, og við tveimum minuttum eftir at leika pluss tíðina, sum dómarin fór at leggja aftrat, vóru ávís útlit fyri einum dramatiskum enda á dystinum.

Men Foden vildi tað øðrvísi, og City hevði ikki meira enn givið bóltin uppaftur, so var Foden strokin avstað  - og við síðsta sparkinum í dystinum setti so algeriski Riyad Mahrez prikkin yvir i'ið við málinum til 4-1.

City stillaði við einum lutfalsliga veikum liði í kvøld, og til alla lukku fyri teir ljósabláu gjørdist tað ikki neyðugt at skifta Bernardo Silva, Raheem Sterling ella Kevin de Bruyne inn frá beinkinum. Vandamikli framherjin Sergio Aguero var als ikki við í hópinum í kvøld.

City hevur ikki vunnið FA Cup síðan 2011, men nú fleiri av stórliðunum úr Premier League longu eru sligin út úr kappingini - og annaðhvørt Chelsea ella Manchester United rúka út eisini mánakvøldið -, er lítil ivi um, at City hevur góðar møguleikar at vinna kappingina hesa ferð.

Newport County, hinvegin, hevur alla æru av dystinum í kvøld og stríddist sera væl.

Men eftir at hava sligið Leicester City og Middlesbrough út í ávikavist 3. og 4 umfari, so gjørdist City ein ov stórur biti í 5. umfari.

Úrslitini higartil í 5. umfari í FA Cup:

Queens Park Rangers-Watford 0-1
Brighton & Hove Albion-Derby County 2-1
AFC Wimbledon-Millwall 0-1
Newport County-Manchester City 1-4

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo