Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Manchester City er nýtt oddalið í ensku Premier League.

Hetta er greitt, eftir at City í kvøld vann 2-0 á útivølli ímóti Everton við málum frá Aymeric Laporte (45+2) og Gabriel Jesus (90+7).

Manchester City hevur nú 62 stig fyri 26 dystir, meðan Liverpool á 2. plássinum eisini hevur 62 stig.

City hevur tó eina betri málúrtøku enn Liverpool, sum hinvegin hevur leikt ein dyst færri enn City.

Dysturin í kvøld varð framskundaður, av tí at City seinni í hesum mánaðinum skal spæla finalu í League Cup ímóti Chelsea.

Nummar trý í Premier League er Tottenham Hotspur við 57 stigum fyri 25 dystir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo