Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Rooney skjeyt í dystinum í kvøld móti City sítt mál nummar 200 í Premier League. – Tað hevur verið einsligt í hesum Premier League 200-club, skrivar Alan Shearer á Twitter, sum skoraði 260 mál.

Rooney hevur evnini at vera heppin, tóat tað ikki sást nógv til hann í dystinum og var hann útskiftur í endanum, og var um at gerast matchvinnari eisini, men Sterling syrgdi fyri, at City fekk annað stigið, so endaliga støðan gjørdist 1-1.

City hevði meginpartin av spælinum og trýsti alla tíðina, og skoraði sítt mál við 10 monnum, tá ið eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.

Everton var eisini reduserað til tíggju mans, tá ið Morgan Schneiderlin feldi Sergio Agüero.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo